Útluta 48 stykkir á Argjum

Fólk sum standa á bíðilista til grundstykkir á Argjum kunnu í næstum vænta at fáa eitt skriv frá Tórshavnar kommunu, har tey verða bjóðað eitt av teimum 48 grundstykkjunum, ið kommunan hevur gjørt undir Kongavarða.


Á heimasíðuni hjá kommuni verður nevniliga upplýst, at kommunan í næstum fer undir útlutanina av grundstykkjunum, har umsøkjarar verða spurd, um tey ynskja at vera við nú stykkini verða tillutað.


Um so er, at stórur áhugi er fyri grundstykkjunum, so er kommunan klár at útvega 50 grundstykkir aftrat í økinum.


Kommunalu stykkini eru um 400 fermetrar hvørt, sløtt og klár til bygging. Útstykkingin liggur omanfyri vegin, millum skúlan á Argjahamri og íbúðarblokkarnar undir Kongavarða.