Tann formliga útblakingin av Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum verður av ongum, men tann lívligi løgtingsmaðurin av Glyvrum er framvegis úti í kuldanum í flokkinum.
Torbjørn Jacobsen verður ikki mettur sum partur av tingbólkinum hjá flokkinum, hann fær ikki boð til fundir har, og hann er ikki framsøgumaður í nøkrum máli longur.
? Eg helt, at tekin vóru um, at málið fór at verða loyst, nú uppskotið um at tveita meg út varð tikið aftur, og eitt uppskot enntá kom um at velja meg aftur til næstformann, men tað tykist ikki, sum formaðurin í flokkinum er sinnaður at fáa flokkin at virka aftur, sigur Torbjørn Jacobsen.
? Høgni Hoydal sigur nú, at eg eri koyrdur úr tingbólkinum, og tað kann gera tað sama, hvat eykaflokstingið sigur. Tað er at blanda tingini enn meira saman, so eg standi eitt sindur spyrjandi nú, sigur hann.
Útblakingin strandaði
Eftir at Torbjørn Jacobsen í lesarabrøvum fanst harðliga at formanninum í Tjóðveldisflokkinum, fall hann í ónáðir hjá leiðsluni í flokkinum, og ætlanin var, at tingmaðurin skuldi tveitast úr flokkinum á einum eykaflokstingi.
Stavsnevndin í flokkinum tók stig til at broyta lógirnar fyri flokkin, so at tað var loyvt at koyra ein lim úr flokkinum, og samstundis komu uppskot frá lokalfeløgunum í Eysturoynni og Suðurstreymoy um at koyra Tobba úr flokkinum.
Alt skuldi avgreiðast formaliga á einum eykaflokstingi, men hetta verður nú av ongum, tí løgfrøðislig ivamál hava tikið seg upp. Spurningurin er, um tað ber til at revsa Torbjørn Jacobsen fyri nakað, sum er hent, áðrenn tað var lógligt at koyra ein lim úr flokkinum.
Framvegis kalt
Hetta fekk lokalfeløgini hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni og í Suðurstreymoy at taka síni uppskot um at koyra Torbjørn Jacobsen úr flokkinum aftur.
? At vit hava tikið okkara uppskot um at koyra Torbjørn Jacobsen úr flokkinum aftur er eingin yvirgeving frá okkara síðu, og Torbjørn Jacobsen er ikki tikin til náði, segði Klæmint Østerø, formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, við Sosialin fríggjadagin.
Og hetta tykist eisini verða støðan hjá leiðsuni í flokkinum. Høgni Hoydal segði fríggjadagin við Dimmalætting, at Torbjørn Jacobsen var ikki partur av tingbólkinum hjá flokkinum, og harvið verður tað.
Hetta undrar Torbjørn Jacobsen.
? Eg haldi, at tíðin er komin at leggja lok á hetta málið og fáa flokkin at virka aftur. Tað manglar ikki vilji frá mínari síðu, men tað tykist, sum at onnur ikki hava nakran vilja til tað, sigur Torbjørn Jacobsen.
Tvey uppskot um næstformann
Leygardagin hevur Tjóðveldisflokkurin eykafloksting, og á skránni eru bara mál, sum hava tilknýti til stríðið millum Torbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal.
Starvsnevndin mælir til, at tað verður gjørt ein broyting í lógunum hjá felagnum, so at tað skal bera til at koyra útihýsa einum limi, um hann arbeiðir ímóti flokkinum.
Løgtingskvinnan Heidi Petersen skjýtur upp, at Karsten Hansen verður valdur til nýggjan næstformann í Tjóðveldisflokkinum.
Men hetta er ikki einasta uppskotið um tað. Eisini Vága Tjóðveldisfelag hevur uppskot um næstformann, og tað er Torbjørn Jacobsen, sum hevur havt hendan leiklut til fyri kortum. Vága Tjóðveldisfelag heldur, at tað er rættast fyri flokkin, at Høgni Hoydal heldur fram sum formaður, og at Torbjørn Jacobsen eisini frameftir verður næstformaður.