Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan av 07 Vestur. Einasta málið varð skorað dygst undan steðginum. Boubacar Dabo legði bóltin úr vinstru og aftur til handara stólpa, har Tobias Hansen takkaði fyri og við høvdinum setti bóltin í málið.
Hetta var fyrsta ferðin í ár, at 20 ára gamli Tobias Hansen fekk møguleikan millum teir fyrstu ellivu hjá Jákupi Martin Joensen. Sjey ferðir fyrr í ár er hann skiftur inn, og í kvøld skoraði hann fyri triðju ferð í ár í landskappingardysti.
Sigurin ber við sær, at B36 framvegis er ósigrað og næstfremst við 25 stigum. Eitt stig aftanfyri toppliðið NSÍ B36 hevur vunnið sjey ferðir, og hetta var fjórða ferðin, at talan var um sigur við einum máli. Í seinna hálvleiki fegnaðust tey í B36 leguni um 2-0 málið, sum Bogi Reinert-Petersen við høvdinum hevði skorað eftir fríspark úr vinstru, men dómarin Heini Ziska Viðoy kolldømdi tað málið.
Tá ið 07 Vestur fyrr í vár hevði vitjan av B36, endaði tað eisini við teprum 1-0 sigri.
07 Vestur er niðast á støðutalvuni við sjey stigum – sama stigatal sum EB/Streymur men við verri málmuni.
Í kvøld stríddust gestirnir í Gundadali, og onkra ferðina vóru teir í støðu, sum kundi borið møguleika við sær, at men gamli liðfelagi teirra í B36 málinum, Silas Eyðsteinsson, sum í vikuni fekk landsliðsboð, var ongantíð av álvara trýstur.
Fríggjakvøldið verður av álvara talan um lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan at vera undir niðurflytingarstrikuni, tá ið 07 Vestur fer at spæla á Skála. Sambært skránni fer B36 leygardagin at spæla á Svangaskarði.











