Við tveimum málum frá Toda Jónsson, eydanaðist FCK at vinna 3-1 ímóti Lokomotivi Tblisi hóskvøldið í Parkini. Gestirnir úr Georgia komu annars á odda í fyrra hálvleiki, men stutt fyri hálvleik, var føroyingurin á plettinum, og fekk javna.
Í seinna hálvleiki var FCK nógv betri, og høvdu fleiri málmøguleikar. Áðrenn 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, so høvdu FCK vunnu seg uppá eina 3-1 leiðslu. Toda skeyt sítt annað mál, meðan Thomas Røll fekk hitt. Málmøguleikar vóru eisini til fleiri mál, men FCK mátti taka til takkar við einum 3-1 sigri.
FCK kann vænta sær torføran dyst í Georgia, har 2-0 til georgiska liðið er nóg mikið at senda FCK úr kappingini
Todi fegin um málini
Todi segði við heimasíðun hjá Onside, at hann var fegin um málini, tí kappingini er sera hørð um plássini í álopinum hjá FCK. Hósdagin vóru tað Todi og sviin Jørgen Pettersson, sum byrjaðu, meðan Peter Møller aftur sat á beinkinum. Zuma er skaddur, og var tí ikki við í Parkini.
Todi lat ikki væl at spælinum hjá FCK, men væntaði kortini at FCK kláraði at koma víðari í kappingini.