Øllum kunnugt hevur tað gingið upp og niður hjá Toda og FCK í longri tíð. Hetta hevur kortini ikki havt ávirkan á metingina sum leiðslan í FCK hevur av føroyska landsliðsmanninum, tí seinnapartin týsdagin gjørdu partarnir av, at leingja sáttmálan fram til á sumri 2003.
Sáttmálin hjá Toda skuldi annars gingið út í summar og við tí hevði royndasti føroyski spælarin uttanlands havt møguleika at spæla seg til ein sáttmála uttanfyri Danmark.
Hetta hevur hann so valt frá í fyrsta umfari nú hann hevur skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála við FCK.
Todi hevur spælt 82 dystir fyri høvuðsstaðarfelagið og hevur skotið 22 mál, síðani hann kom til felagið í 1997 úr Lyngby FC. Hann hevur so at siga verið fastur útbúnaður á liðnum hjá leyvunum meginpartin av tíðini, men eins og restin av liðnum var spælið einki at reypa av við ársbyrjan. Kortini hevur Todi ment seg til at vera ein av týdningarmiklastu leikarum felagsins, og hevur átt stóran lut í uppgangandi kurvini beint undan steðginum fyri jól.