Todi nærri uppflytingini

Í dag eydnaðist tað Fremad Amager at vinna á útivølli. Úrslitið var 3-1 ímóti Søllerød-Vedbæk. Sigurin ber við sær, at Fremad Amager nú er oddalið í 2. deild eystur við 45 stigum. Næst Fremad Amager er Brøndby II, sum hevur 41 stig. Tvey lið flyta upp. Á triðja plássi er FC Roskilde, sum hevur 37 stig. Meðan Fremad Amager og Brøndby II hava spælt 20 dystir, hevur FC Roskilde spælt átjan dystir.

Tveir føroyingar vóru í Fremad Amager hópinum í dag. Tað vóru miðvallarin Rókur av Fløtum Jespersen og eykamálverjin Hans Jørgensen.

Todi Jónsson er nevndarformaður í Fremad Amager. Hóast liðið liggur væl fyri í kappingini um at flyta upp, so hevur Todi aftur og aftur undirstrikað, at tað er langt á mál, og soleiðis er tað framvegis.