Yrkisfótbóltur
Yrkisfótbóltur snýr seg fyrst og fremst um pengar. Hetta varð enn einaferð undirstrikað, tá júst pengarnir vóru størsta forðingin fyri, at Todi Jónsson kundi skifta tilveruna í danska høvuðsstaðnum út við nøkur ár í Norðufraklandi, har Lille var til reiðar at geva føroyska álopsmanninum sáttmála.
Snýr seg um pengar
Í leygardagsblað okkara skrivaðu vit, at talan eftir øllum at døma fór at gerast um nýggjan sáttmála til Toda, sum tá var til læknakanningar. Sum kunnugt, so varð hetta tó av ongum. Fyrst og fremst tí feløgini ikki kundu semjast um, hvussu nógv Todi var verdur. Fleiri staðni verður hartil skrivað, at FCK í seinastu løtu royndi at tvífalda søluprísin á føroyska álopsmanninum, men hetta verður tó avvíst av Toda Jónsson.
- Nú kann eg ikki í smálutum greiða frá, hvussu avtalan millum feløgini skuldi skrúvast saman, men hatta passar so ikki. Tað stutta av tí langa var, at FCK krevdi eina upphædd fyri meg, og tann upphæddin var størri, enn Lille vildi rinda fyri ein leikara, sum kortini er ókeypis um fimm mánaðir, og tað er so tað.
Hóast hann sostatt tykist avkláraður um støðuna, so skerst ikki burtur, at tað er ein vónbrotin Todi Jónsson, sum nú aftur venur við liðfeløgunum í FCK.
- Tað sigur seg sjálvt, at eg eri skuffaður. Í øllum førum hevði eg vónað, at FCK hevði sýnt eitt sindur meira av vælvild, nú eg hevði møguleikan fyri at skifta felag. Teir høvdu fingið nakað av peningi fyri meg, og teir høvdu spart mína løn í fimm mánaðir, so tað burdi kunna loyst seg, og eftir seks ár í felagnum hevði eg so eisini vónað, at teir sýndu mær nakað av vælvild. Tað kann eg so bara staðfesta, at teir ikki gjørdu, men hinvegin, so eru hetta treytirnar. Professionellur fótbóltur snýr seg fyrst og fremst um pengar.
Forðaði dreymasáttmála
Tað er tó ikki bert ímillum feløgini, at tosað verður um pengar. Sum ver man, so fáa leikararnir eisini nakað í sín part, og tó at Todi og Lille enn ikki høvdu tosað um persónligu sáttmálaviðurskifti hansara, so dylir Todi ikki fyri, at hetta vildi verið ein góður møguleiki.
- Franska ligan er jú millum tær allar sterkastu í Europa, og í øllum førum væl sterkari enn tann danska. Traditionelt hevur Lille eisini staðið seg væl her, og eitt nú vóru teir við í Champions League fyri einum ári síðani, og sjálvt um teir hava havt sínar trupulleikar í ár, so hevði hetta verið ein risa møguleiki hjá mær.
- Enn var tað ikki komið so langt, at vit høvdu tosað um sáttmála, men eg kendi útgangsstøðið, og eri ikki í iva um, at tað hevði borið til at fingið eina semju um sáttmála, sigur Todi, sum tó ikki vil siga, hvat útgangsstøði talan var um.
Men tað er tó lítil ivi um, at ein slíkur sáttmáli vildi givið Toda eina væl hægri løn, enn hann í løtuni fær í FCK. Gaman í er FCK uttan iva tað felagið í Danmark, sum hevur best løntu leikararnar, men á europeiska meginlandinum er talan um heilt aðrar upphæddir, tá tosað verður um leikaralønir.
Einki er at ivast í, at Todi er millum teir leikarar í Danmark, sum verða roknaðir fyri at hava forvunnið hampuliga nógv við fótbóltsspælinum. Sum 31 ára gamal hevði Todi helst sjálvur vónir um, at hann við einum seinasta sáttmála kundi tryggja sær eina fíggjarliga óhefta framtíð, men tað var so ikki í hesum umfarinum, at tann dreymurin gjørdist veruleiki.
Fer at stríðast í FCK
Beint sum tað gjørdist greitt, at ætlaða skiftið ikki varð av nøkrum í hesum umfarinum, segði umboðsmaðurin hjá Toda, at partarnir ikki hava slitið alt samband.
Ætlanin er, at Todi og Lille skulu tosa saman aftur eina ferð í apríl mánaði, men sjálvur er Todi eitt sindur ivandi, tá tosið kemur inn á hetta.
- Tað er rætt, at vit skulu tosa saman aftur, men fyri tað er langt ífrá víst, at nakað fer at spyrjast burtur úr til ta tíð. Tað er jú so nógv, sum kann henda. Eg havi kanska ein skaða. Teir hava kanska keypt ein annan álopsleikara, ella okkurt heilt triðja kann vera hent.
- So fyri fyrst má eg bara nýta alla mína orku her. At FCK ikki bara vildi sleppa mær uttan víðari sigur kanska eisini nakað um, at teir hava ætlanir um at gera nýtslu av mær. Enn er so eingin nýggjur áleypari keyptur.
Og tað tykist heilt víst, at Todi ætlar at gera sítt allar ítarsta, til tess at fáa spælitíð á liðnum hjá FCK.
- Nú kann eg sjálvandi ikki siga, hvussu framtíðin verður, men eg ætli mær so ikki at ganga og lúnast í fimm mánaðir. Tað kemur so neyvan nakað gott burturúr. Eg havi eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við FCK, og tað má eg so bara nýta so væl sum gjørligt, sigur Todi Jónsson at enda.