- Tørvur á innandura fótbóltshøll

Tað heldur fótbóltskempan, Jens Martin Knudsen, nú Heðin Mortensen hevur birt uppundir eina slíka verkætlan.

Tá ið VFF Cup varð avgreitt farna vikuskifti, staðfesti Heðin Mortensen, borgarstjóri, at næsta stóra verkætlanin innan ítróttarheimin skuldi vera ein innandura fótbóltshøll.

 

Tað vóru gleðilig tíðindini hjá málverjukempuni, Jens Martin Knudsen, sum tó sigur, at hetta eru afturvendandi lyfti á hvørjum vetri.

 

Jens Martin Knudsen hevur sjálvur royndir við umstøðum at venja fótbólt alt ári, tá ið hann leikti og vandi í Íslandi.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr hvørjar fyrimunir Jens Martin metir, at ein innandura fótbóltshøll kann geva fótbóltinum.