Longu í gjárkvøldið varð farið undir fimta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Ein dystur varð spældur. Hann var á Svangaskarði, har næstbesta liðið hjá fuglfirðingum vitjaði. B68 vann 3-0.
Í eini handavend legði heimaliðið seg framum 2-0 við málum, sum Óli H. Olsen við brotssparki og Emil Ronaldsson skoraðu. Tá sá tað út til, at ÍF aftur skuldi leggja rygg til heilt stórt tap, men soleiðis varð tað ikki. Heimaliðið skoraði bara einaferð aftrat. Málskjútti var veteranurin Kristian Anton Andreassen.
Sigurin ber við sær, at B68 nú er á øðrum plássi við tólv stigum – einum færri enn oddaliðið NSÍ. Bæði liðini hava spælt fimm dystir. ÍF hevur spælt seks dystir og bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum.
Hinir dystirnir í fimta umfari vera leygardagin: KÍ-AB, HB-TB/FCS/Royn, Víkingur-Giza Hoyvík og B36-NSÍ.