Íbúðarverkætlanin á Høganesi skal geva pláss fyri 850 fleiri íbúgvum í Nes Kommunu. Hetta er stórur vøkstur hjá einari kommunu. Økið er 183.000 fermetrar tilsamans, og ætlanin er at svimjihøll, skúli og ítróttarháskúli skal vera á økinum umframt barnagarður.
Nógvar útstykkingar
Súni í Hjøllum er formaður í teknisku deild í Nes Kommunu. Hann er eisini varaborgarstjóri. Hann er sum vera man spentur uppá verkætlanina.
- Nú fer tað at taka eitt hálvt ár at broyta býarætlanina. Síðani skulu vit finna útav, hvussu vit skulu ognartaka økið. Tað er torført at siga, nær arbeiðið kann byrja. Tað avhongur eisini av, hvussu stórur áhugi verður fyri at keypa har. Men tað eru longu nógv, sum hava sýnt verkætlanini áhuga, og vit eru øll spent uppá tað, sigur hann.
Nes Kommuna hevur gjørt nógvar útstykkingar seinastu tíðina. 49 stykkir á Nesi eru øll umbiðin, og tað standa 100 fólk á bíðilista. Teir ætla eisini at stykkja út á Nesi eftir niðara vegi út móti prestagarðinum. Borgarstjórin Símin Johannesen segði á fundinum týsdagin, at tað ringja fólk hvønn dag og skriva seg upp. Súni í Hjøllum hevur eina hugsan um, hví so nógv hava áhuga fyri at byggja í Nes Kommunu.
- Tað eru nógv fólk úr Suðurstreymoy, sum standa á bíðilista. Ætlaði undirsjóvartunnilin spælir heilt vist inn. Ein segði við meg ein dagin, at Nes Kommuna verður miðdepilin í Føroyum, tá ið undirsjóvartunnilin kemur, og tað er nakað um tað. Tað verða einans tíggju minuttir at koyra til Havnar, um tú arbeiðir har. Samstundis kanst tú búgva í náttúruvøkrum umhvørvi við útsýni til Toftavatn. Eg rokni við, at tað eru hesi útlit, sum gera tað so áhugavert at flyta her til, heldur hann.
- Eisini er tað stórur prísmunur á grundstykkjum her í mun til í Havn. Vit kunnu vænta, at tað verður eitt sindur dýrari at byggja her, men tað verður kortini bíligari enn at byggja í Havn, sigur Súni.
Umhvørvið varðveitast
Náttúran og umhvørvið kring Toftavatn upptók arkitektarnar nógv. Súni greiðir frá, at teir vilja varðveita tað vakra náttúruumhvørvið:
- Arkitektarnir hava ikki lagt nakrar greiðar byggilinjur, tí at teir vilja, at bygningarnir skulu fella inn í landslagið. Vit leggja okkum eisini eftir at varðveita náttúruna og tey gomlu staðarnøvnini, sigur hann.
Nógvir av bygningunum verða møguliga nýttir til skúla, barnagarð og tílíkt.
- Nútíðarmenniskja krevur góðar fasilitetir. Tí mugu vit hava góðar skúlar og barnagarðar. Ambitiónsstøðið hjá tí vanliga føroyinginum er vaksið sera nógv seinastu árini, og vit vilja fegin bjóða fólki tað, sum tey krevja, sigur Súni.
- Vit hugsa okkum, at ein møgulig framhaldsdeild fyri allan Skálafjørðin kundi ligið á Høganesi, tá ið undirsjóvartunnilin kemur. Eisini verður stutt ímillum studentaskúlan á Kambsdali og í Havn, og ein kundi møguliga bygt ein stóran miðnámsskúla á Høganesi ístaðin. Men hetta liggur langt frammi í tíðini, og einki kann sigast fyri vist. Eisini haldi eg tað vera upplagt, at innandura fótbóltsvøllurin verður bygdur á Svangaskarði, tí at øll hava stutt at koyra hartil, sigur Súni.
Kapping millum kommunur
Súni viðurkennir eisini, at tað er komin ein stór kapping millum kommununar síðani samanleggingarnar eru byrjaðar.
- Tað er stór kapping um íbúgvarnar í kommununum. Øll gera langtíðarætlanir og eru sera miðvís, og við tí er kappingin heilt vist økt. Fólk eru vorðin sera fleksibul og dynamisk. Tey verða ikki búgvandi í einari kommun alt lívið fyri ein og hvønn prís longur. Eldri fólk selja húsini, sum eru vorðin ov stór og keypa eina eldraíbúð í staðin. Fólk binda seg eisini í skuld alt lívið og keypa so íbúð uppá frívirðið. Hetta var ikki gamalt í Føroyum, men nógv er broytt. Modernaða tíðin er sanniliga komin til Føroya, sigur hann.
Nógv verður tosað um samanlegging av kommunun í Eystyroynni. Súni sjálvur heldur ikki, at tíðin er búgvin til at tosa um samanlegging fyri Nes Kommunu.
- Tað eru sjálvandi ymiskar meiningar um hetta í bygdaráðnum, men eg sjálvur haldi ikki, at vit nýtast at tosa um hetta júst nú. Tú óttast altíð, at størri parturin í samanleggingini fær allar nýbyggingar og íløgur. Hetta er eisini bygt á søguligar royndir. Fólk mugu mýkjast við tíðini, áðrenn tað aftur kann gerast viðkomandi fyri okkum. Tó samstarva vit við Runavík um millum annað barnaverndina, og eg haldi eisini, at tað hevði borið til at útbygt samstarvið uttan at lagt kommununar saman.
Nes og Sjóvar kommuna leggja saman
Alt avhongur nógv av undirsjóvartunnilinum, og hann kann eisini broyta prátið um kommunsamanlegging. Spurdur um eina møguliga samanlegging við Sjóvar Kommuna, tá ið undirsjóvartunnilin kemur, er Súni meira positivur:
- Tað kundi eisini verið ein møguleiki. Tá verður tað stutt ímillum bygdirnar. So kunnu vit eisini virka sum ein mótpólur móti nýggju stórkommununi í Runavík. Møguleikarnir eru opnir.
- Alt avhongur rættiliga nógv av undirsjóvartunnilinum, og vit eru rættiliga tryggir í, at hann fer at koma. Væntandi verður hann veruleiki í 2012. Møguliga verður hann eitt ár seinkaður, um okkurt óvæntað hendir, men neyvan meira enn tað. Eg havi skilt, at umsókn verður send í november og komandi vár fyriliggur væntandi ein játtan. Kommununar kring fjørðin hava valt umboð í tunnilsnevndina, og vit fylgja sjálvandi væl við gongdini, sigur Súni í Hjøllum.