Togo útihýst

Alt ferðalagið hjá Togo vendi annars nøsini heim aftur til Togo í gjárkvøldið, eftir at liðbussurin var fyri terror álopi í býnum Cabina fríggjakvøldið. Tað førdi við sær, at trý umboð fyri liðið mistu lívið. Talan var um tveir av venjarahópinum og eitt umboð fyri fótbóltssambandið í Togo.

 

Málverjin, Kodjovi Obilale, var illa særdur og varð fluttur til eitt privat sjúkrahús í Johannesburg, har hann varð lagdur undir skurð. Hann er nú uttan fyri lívsvanda.

 

- Obilale er í løtuni stabilur, men liggur ventileraður og í kunstigum koma fyri at koma fyri seg, sigur Erin Smylie frá Milpark Hospital við tíðindastovuna AFP.

 

Emmanuel Adebayor, liðskiparin hjá Togo, og ítróttaráðharrin, Christophe Tchao, hava annars verið frammi og heitt á CAF, afrikansku fótbóltssamgonguna, um at loyva Togo at koma við aftur í kappingina eftir tríggjar dagar sorgartíð, men CAF hevur avvíst umbønini.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Sky Sports.

 

Hetta merkir, at bert trý lið eru í bólki B, Fílabeinsstrondin, Burkina Faso og Ghana.