Tónleikurin handan kultfilmin 111 góðir dagar er úti nú

Plátan, sum eingin visti, at øll hava bíðað eftir

Í tíðindaskrivi frá Tutl stendur soleiðis:

 

Hon bleiv funnin til útgrevsturin av jørðini undir Strúkijarninum á Reyni, nú húsini standa í umvæling, og fornfrøðingar hava varliga pussað støvið av vinylinum, sum tó er ov illa viðtikið at massaprodusera.

 

Tí verður hon einans útgivin digitalt í fyrstu atløgu.

 

Talan er sjálvandi um 111 góðir dagar – the soundtrack!

 

Føroyski kultfilmurin frá 2021 eftir Trygva Danielsen hevði nevniliga monsterfeitan originaltónleik, sum hettarher (Torleik Mortensen og Andreas T. Restorff) skrivaðu og upptóku í Hoydølum.

 

Teir nýtulkaðu føroyskar slagarar og framleiddu nýggj løg – eisini við serkønari hjálp frá Mariu Ljósá og Per I. Højgaard Petersen á einstøkum løgum. Tað er eisini Per I., sum hevur ljóðblandað, meðan Hans Poulsen hevur meistrað løgini.

 

Lurta eftir 111 góðir dagar