Tony eigur síðsta sigurin á Toftum

Tað verður roknað við, at ósigraða KÍ fer at hava heilt nógvar áskoðarar við sær út á Svangaskarð, har heimaliðið leingist eftir størri úrtøku


Fótbóltshugaðir klaksvíkingar eru í góðum hýri. Teirra lið er tað einasta, sum higartil ikki hevur tapt í landskappingini, og sunnudagin verður tað lagaligari hjá KÍ viðhaldsfólkunum at fylgja sínum liði á útivølli, enn tað nakrantíð áður hevur verið tað.
                      KÍ skal spæla á Svangaskarði. Í Klaksvík verður tað roknað við, at nógv KÍ viðhaldsfólk fara at møta upp á Toftum:
                      - Tey skulu vera hjartaliga væl komin. Vit vóna, at tey vera í góðari tíð. Kanska fer bilastreymurin at minna ikki so sørt um streymin, soleiðis sum hann er, tá ið landsdystir eru á skránni. Vit eru væl fyrireikað, og hetta verður eingin trupulleiki. Um áskoðararnir koma í góðari tíð, so verður tað uppaftur meiri lagaligt, sigur B68 formaðurin, Niclas Davidsen, sum hevur brynjað seg við fólki at leiðbeina bilførarunum við parkeringini.
                      Spurningurin er so, hvussu tað fer at hilnast á vøllinum. Hóast avrikini hjá B68 hava verið lutfalsliga góð, so er ikki so nógv í stigaposanum. Tað er greitt, at hollendski miðvallarin, Ralph van Dooren, ikki verður á B68 liðnum sunnudagin. Hann er leikbannaður eftir útvísingina í Gundadali leygardagin.
                      B68 liðformaðurin og verjuálitið, Arnbjørn Danielsen, er ivasamur. Hann hevur trupulleikar í rygginum. Arnbjørn var ivasamur undan B36 dystinum, men hann spældi kortini. Síðani hevur hann ikki vant við fullari ferð.
 
Sjey ár síðani seinasta sigurin
KÍ plagdi at megna góð úrslit á Svangaskarði. Tað hava teir tó ikki gjørt tey seinastu árini. Seinasti KÍ sigurin á Toftum var í 1999, ella tá ið Tony Paris og KÍ vunnu 3-2 og seinni FM heitið. Síðani hava klaksvíkingar tapt tríggjar ferðir og spælt eina ferð javnt á útivølli móti B68. Ivaleyst komast KÍ áskoðararnir við 3-2 sigurin í 1999. KÍ var á odda 3-0 á grasvøllinum. So vórðu fleiri skiftingar gjørdar, rútman fór úr liðnum, B68 fekk síðstu løtuna um endan. Teir minkaðu tvær ferðir um munin, og tað var um reppið, at toftamenn megnaðu at stríða seg upp á javnt!
                      Høgni Madsen er tøkur aftur hjá KÍ, eftir at hann var leikbannaður móti VB/Sumba. Ovi Nysted og Jan Andreasen hava verið eitt sindur ódrúgvir í venjingini í hesi vikuni. Tað verður tó roknað við, at teir fara at vera við á Toftum sunnudagin.