Topp 10: Ungir leikarar í heiminum

Síggj ein lista yvir tíggju komandi heimsstjørnur

Fyri gott og væl tíggju døgum síðani, skelkaði Manchester United fleiri í fótbóltsheiminum, tá teir rindaðu útvið 360 milliónir krónur fyri unga franska leikaran, Anthony Martial, sum kom frá franska felagnum AS Monaco.

 

Anthony Martial verður tó mettur sum eitt tað størsta stjørnuskotið í fótbóltsheiminum, og tað er væntandi at hann um nøkur ár fer at vera ein heimsstjørna.

 

Dailymail hevur í dag gjørt ein lista yvir tíggju aðrar ungar leikarar, sum helst koma at gera seg galdandi.

 

Teir tíggju eru:

 

1. Timo Werner, 19 ár, áleypari, Stuttgart: Yngsti leikari, ið nakrantíð hevur umboða besta liðið hjá Stuttgart, tá hann fyri tveimum árum síðani fekk debut sum 17 ára gamal. Var fyrr í summar settur í samband við eitt skifti til enska felagið, Tottenham.

 

2. Zakaria Bakkali, 19 ár, kantur, Valencia: Ungt stjørnuskot frá Belgia, sum í spælistíli minnir nógv um Premier League stjørnuna, Sergio Aguero. Skifti fyrr í summar frá hollendska felagnum PSV til spanska felagið, Valencia.

 

3. Fabrice Olinga, 19 ár, áleypari, Malaga: Fekk debut í La Liga sum 16 ára gamal, tá hann kom inn frá bonkinum og skoraði í sínum fyrsta dysti. Gjørdist samstundis eisini yngsti málskjútti í La Liga nakrantíð. Hevur spælt átta landsdystir fyri Cameroon, og er í løtuni leigaður út frá Malaga til belgiska felagið Mouscron-Peruwelz.

 

4. Jonathan Tah, 19 ár, miðverji, Bayer Leverkusen: Er stórur og sterkur miðverji. Bayer Leverkusen rindaði í summar útvið 75 milliónir krónur fyri unga týska verjuleikaran, sum hevur verið liðskipari á týska U-19 landsliðnum.

 

5. Andrija Zivkovic, 19 ár, kantur, Partizan Beograd: Royndi longu sum 17 ára gamal at vera liðskipari fyri Partizan Beograd. Seinastu átta dystirnar, hevur ungi leikarin skotið sjey mál. Spældi í fjør móti HB í Champions League fyri Partizan Beograd.

 

6. Max Meyer, 19, offensivur miðvallari, Schalke 04: Lítil og bólttryggur miðvallari, sum bæði skorar mál og sum skapar eina rúgvu í tí framrættaða spælinum. Er nummar 7 hjá Schalke 04, og tók nummarið yvir, tá spanska legendan, Raul, gavst í felagnum.

 

7. Simone Schuffet, 19 ár, málmaður, Udinese: Verður mett sum størsta málmanstalentið í italskum fótbólti síðani Gianluigi Buffon. Fekk debut í Serie A sum 17 ára gamal, og hevur longu snoddað til A-landsliðshópin hjá Italia, har hann hevur vant við. Er í løtuni útleigaður til Serie B felagið Como.

 

8. Gedion Zelalem, 18 ár, sentralur miðvallari, Arsenal: Fyrrverandi ungdómsvenjari segði einaferð at hann dribblaði sum Andrés Iniesta og avleveraði sum Xavi. Er í løtuni útleigaður til Glascow Rangers í Skotlandi, men verður mett sum ein komandi heimsstjørna.

 

9. Alen Halilovic, 19 ár, offensivur miðvallari, Barcelona: Fekk debut á a-landsliðnum hjá Kroatia longu sum 16 ára gamal. Barcelona keypti seinasta summar unga miðvallaran frá Dinamo Zagreb í Kroatia. Er í løtuni útleigaður til Sporting Gijon, sum spælir í bestu sponsku deildini.

 

10. Martin Ødegaard, 16 ár, offensivur miðvallari, Real Madrid: Tað slepst ikki undan norska stjørnuskotinum, Martin Ødegaard, sum ikki verður 17 ár fyrrenn í december, og sum longu av álvara hevur sligið sítt navn fast. Vónandi klárar ungi norðmaðurin at liva upp til stóru vónirnar, sum serliga Noreg setur til hann.