Toppdemokraturin Pelosi stuðlar Harris til forsetavalið

Varaforsetin, Kamala Harris, fær stuðul sum forsetavalevni hjá Demokratunum frá floksfelaganum Nancy Pelosi.

Toppdemokraturin Nancy Pelosi "hevur fult álit" á, at Kamala Harris, varaforseti, kann leiða demokratarnar til sigurs á amerikanska forsetavalinum. Her síggjast tær báðar saman við Joe Biden forseta. - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, tekur undir við Kamala Harris sum forsetavalevni hjá Demokratunum.

Tað sigur hon í eini fráboðan mánakvøldið danska tíð.

– Mín eldhugaði stuðul til Kamala Harris til forseta er almennur, persónligur og politiskur.

– Alment havi eg sæð styrkina og áræðið hjá Kamala Harris sum meistara fyri arbeiðandi familjum, serliga í stríðnum fyri kvinnurættinum at velja sjálvar, sigur topp demokraturin sambært Reuters og CNN.

Hon sigur víðari, at hon "hevur fult álit" á, at varaforsetin kann leiða flokkin til sigurs í november, tá forsetaval er í USA.

Kamala Harris er komin í spæl at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, eftir at Joe Biden, forseti, tók seg aftur í gjárkvøldið. Hann hevur víst á Harris sum eftirfólk.

Eftir boðini hjá Biden skrivaði Harris á sosiala miðlinum X, at hon var "ærað" av stuðlinum frá forsetanum.

– Eg fari at gera alt, sum liggur í mínum valdi, fyri at sameina Demokratiska flokkin, sameina landið - og basa Donald Trump, stóð at lesa.

59 ára gamla Kamala Harris er fyrsti kvinnuligi varaforsetin í USA.

Eisini er hon fyrsti varaforsetin, sum er svartur. Pápi hennara er jamaicanskur, meðan mamma hennara er indisk.

Formliga skal forsetavalevnið hjá flokkinum veljast á stevnuni hjá demokratunum millum 19. og 22. august.

Valevnið hjá flokkinum skal royna at vinna á Donald Trump, sum fyri triðju ferð er valdur at vera forsetavalevni hjá republikanska flokkinum.

Leingi tyktist almenni mótstøðumaðurin hjá Trump at vera Joe Biden.

 

##med2##

Men eftir eitt sjónvarpskjak móti Trump 27. juni hevði Biden verið undir alsamt størri trýsti at taka seg úr valstríðnum, tí nógvir av hansara floksfeløgum hildu, at hann ikki longur var førur fyri at handfara forsetasessin.

Í síðstu viku skrivaði CNN, at Nancy Pelosi, í samrøðu við Joe Biden, hevði sagt seg ivast í, um hann kundi vinna valið.

Harumframt átti hon eisini at sagt við hann, at hann við at stilla upp til aftur kundi oyðileggja møguleikan hjá demokratunum at fáa meirilutan í umboðsmannatinginum, sum Pelosi er limur í.

Eftir at hava boðað frá, at hann tók seg aftur sum valevni, segði hon hann á X vera "ein patriotiskan amerikanara, sum altíð hevur sett okkara land fremst."

/ritzau/

 

##med3##

##med4##

 

 

Toppdemokraturin Nancy Pelosi "hevur fult álit" á, at Kamala Harris, varaforseti, kann leiða demokratarnar til sigurs á amerikanska forsetavalinum. Her síggjast tær báðar saman við Joe Biden forseta. - Mynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, fær nú eisini stuðul frá floksfelaganum Nancy Pelosi til at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. - Mynd: Nathan Howard/Reuters