Toppdysturin verður í morgin

FSF boðar nú seinnapartin frá á heimasíðu sínari, at VB/Sumba og 07 Vestur í 1. deild í fótbólti skulu spæla á Vágseiði seinnapartin í morgin ? mikudagin 15. oktober.

Tá ið tey bæði oddaliðini í 1. deild leygardagin hittust á Vágseiði, var veðrið so mikið vánaligt, at dómarin, Petur Hansen, eftir ein hálvan tíma gjørdi av at avlýsa dystin. Vágamenn fóru tískil til hús aftur sum av torvheiði, og nú skulu teir altso suður aftur í morgin.

VB/Sumba og 07 Vestur kappast við AB um tey bæði plássini, sum bera rætt til uppflyting við sær. Leygardagin vann AB 3-0 á útivølli ímóti HB. Tað ber við sær, at AB nú hevur 58 stig fyri 25 dystir, meðan bæði 07 Vestur og VB/Sumba hava 56 stig fyri 24 dystir.

Fyrsta bríkslið á Vágseiði í morgin verður klokkan 15 ella tveir tímar frammanundan, at landsliðið skal í eldin í Litava.