Sunnudagin leiðararnir í fleiri afrikonskum londum á einum toppfundi í nigeriska býnum Abuja.
Har heitti nigeriski forsetin, Olusegun Obasanjo, á leiðararnar um at arbeiða saman í bardaganum ímóti fátækradøminum í Afrika. Hann vísti á, at Afrika er vorðið fátækari, samstundis sum hin parturin av heiminum er vorðin ríkari. Obasanjo segði, at afrikonsku londini eiga at vísa umheiminum, at tey eru før fyri at loysa sínar trupulleikar.
Formaðurin í Afrikonsku Samgonguni, Alpha Oumar Konare, segði á fundinum, at tað ræður fyrst um at bøta um trygdina í Afrika, tí trygdin hjá fólkinum er avgerandi fyri, at heimsparturin kann mennast, segði hann við teir umleið 40 ríkis- og stjórnarleiðararnar, sum vóru komnir til Abuja.