Ríkisleiðarar okkara, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, halda ríkisfund í Føroyum.
Í morgin hittast løgmaður, forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin á ríkisfundi við Leynavatn. Fundurin verður hildin í hjallinum hjá Gist & Vist, skerpa, sum stendur við Leynavatn í sambandi við matstovuna Koks, sum heldur til í húsunum frammi við Gjónna.
Í tíðindaskrivi sigur Løgmansskrivstovan, at fundurin verður í døgunum 11. og 12. juni, tá ið teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Lars Løkke Rasmussen, Kim Kielsen, og Aksel V. Johannesen fara at umrøða mál av felags áhuga.
Stjórnarleiðararnir við fylgi fara at vitja í Suðuroynni og Stóru Dímun í dag. Farið verður til Suðuroyar við Smyrli í morgun, har vitjað verður í Salt á Drelnesi, í kirkjuni í Fámjin, á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og í gamla kongaliga einahandlinum.
Seinnapartin verður flogið við tyrlu til Stóru Dímun. Og í kvøld verður løgmaður vertur við døgurða í nýggju matstovuni Skeiva Pakkhús í Tórshavn.
Sjálvur ríkisfundurin verður sum nevnt við Leynavatn í morginári klokkan 9.30, og tíðindafundur verður kl. 11.30.
Fundurin millum teir tríggjar stjórnarleiðararnar verður í Skerpa, meðan embætisfólkini fundast í Skótahúsinum við Leynavatn. Eftir fundin verður morgunmatur á Michellin-kosnu matstovuni Koks frammi við Gjónna.
Síðani verður skipað fyri tíðindafundi, áðrenn fylgið fer vestur í Vágar og av landinum aftur seinnapartin.