Toppliðið vitjar meistaran

B36 fór við øllum úr Klaksvík, tá ið árstalsfelagið fyri tveimum árum síðan vitjaði meistaraliðið

Eftir fyrsta umfar er B36 ovast á støðutalvuni, og KÍ er næstovast. Í fyrsta umfari vann KÍ 3-0 á Skála, og B36 vann 4-1 á heimavølli ímóti B68.

 

Í kvøld bresta tvey tey ovastu á støðutalvuni saman í Klaksvík, har KÍ fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum eigur heimavøll, nú FM heitið skal verjast. Hetta er onnur ferðin, at hesi bæði hittast í týdningarmiklum dysti í ár. Fyrra ferðin var í stórsteypadystinum, tá ið FM vinnararnir í KÍ vunnu 3-1 ímóti steypavinnarunum í B36.

 

-Bæði vit og teir í B36 eru í betri vening nú, enn vit vóru í stórsteypadystinum. Vit vita, at B36 er áhugað í at taka ferðina úr spælinum, og okkara uppgáva er at hava tol og varðveita fokus. Hetta verður heilt spennandi, sigur Mikkjal K. Thomassen venjari hjá KÍ.

 

Í fjør var B36 tvær ferðir í Klaksvík. 9. mai vann KÍ 4-0, hóast klaksvíkingar síðstu 20 minuttirnar vóru undirmannaðir, og leygarkvøldið 16. oktober tryggjaði KÍ sær FM heitið við 3-1 heimasigri ímóti B36. Í Gundadali endaði tað málleyst, tá ið KÍ 25. juni var gestur hjá B36.

 

KÍ vann FM í 2019. Fyrsti dysturin í 2020, tá ið FM heitið skuldi verjast, var á heimavølli ímóti B36, sum vann 2-0. Hetta árið vann B36 6-2 á heimavølli ímóti KÍ, og so endaði tað 1-1, tá ið B36 aftur var í Klaksvík.

 

Í kvøld fara Mads Bo Mikkelsen, René Shaki Joensen og Patrick da Silva fyri fyrstu ferð at umboða KÍ á heimavølli.

 

Hjá KÍ bíða nýggju fremmandu spælararnir – verjuspælarin Dmytro Lytyn og álopsspælarin Valerijs Sabala – eftir, at loyvini skulu koma uppá pláss. Claes Philip Kronberg og Óli Eyðsteinsson Poulsen hava verið skaðadarvaðir, og á Skála var Jesper Brinck ikki á vøllinum eftir steðgin, tí hann í fyrra hálvleiki fekk eitt spark.

 

Dan Brimsvík og hansara menn tykjast vera betri fyri, enn B36 ofta hevur verið so tíðliga á árinum. Skaðalistin er væl styttri, enn hann ofta hevur verið so tíðliga á árinum. Miðverjin Lukas S. Enevoldsen er vøddaskaddur, og tað er ikki víst, at Bjarni Petersen verður førur fyri at spæla í kvøld.

 

KÍ – B36: Eiler Rasmussen kl. 19.00.