Toppskjútti aftur í HB

HB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Øssur Dalbúð. Hann spældi við HB í 2016, har hann bleiv toppskjútti í felagnum. Samanlagt hevur hann skotið 23 mál í 38 dystum fyri HB.

– Tað er gott at vera aftur í HB. Eg treivst væl tá eg var her seinast, so tað er sjálvsagt deiligt at vera aftur her. Felagsskapurin er góður, og tað eru nógv góð og hjálpsom fólk rundan um felagið, sum ger at ein skjótt kennir seg heima her, sigur Øssur Dalbúð við heimasíðuna hjá HB, og leggur afturat:

– Tað eru fleiri orsøkir til avgerðina. HB er eitt stórt og gott felag. Eg havi verið her fyrr, og kenni felagið væl. Hartil búgva vit í Havn, so tað fer við ov nógvari tíð at koyra til Runavíkar hvønn dag til venjing. Tíð sum eg heldur vil brúka saman við familjuni, leggur hann afturat.

– Eg havi stórar ambitiónir fyri 2020, og tað hevur eitt felag sum HB eisini. Tað er eisini ein av orsøkunum til at eg trívist so væl her, og valdi at koma aftur til HB, sigur Øssur Dalbúð at enda.