B36 var eitt mál frá at vinna fjórða plássið frá FC Suðuroy í 1. deild.
B36 vann 4-0 á TB við Stórá í Trongisvági, samstundis sum FC Suðuroy vann 5-1 á Víkingi. Hesi úrslitini merkja, at bæði FC Suðuroy og B36 enda á 43 stigum, og bæði liðini hava málmunin +14. Einasti lítli munurin er, at FC Suðuroy hevur málmunin 64-50, meðan B36 hevur málmunin 63-49, og má tí noyðast við 5. plássið.
Tóki á Lofti (myndin) hevði áðrenn dystin í dag skotið 20 mál í 1. deild. Tíverri fyri B36 var Tóki á Lofti ov seinur til Smyril, og fekk ti ikki hjálpt liðfeløgunum í dag í royndini at vinna fjórða plássið í 1. deild. Toppskjúttin stóð eftir á kajuni, og gjørdist eina uppliving fátækari.
Á Toftum vann B68 5-1 á B71. HB vann 1-0 á Skála, meðan Skála tapti 3-4 ímóti EB/Streymi á tí nýggja undirlagnum á vøllinum á Skála.
Endaliga støðan í 1. deild:
1. B68 56 stig (+44)
2. Skála 48 stig (+33)
--------------------
3. HB 48 stig (+22)
4. FC Suðuroy 43 stig (+14)
5. B36 43 stig (+14)
6. Víkingur 34 stig (-8)
7. EB/Streymur 32 stig (-18)
8. KÍ 30 stig (-6)
--------------------------------------
9. TB 28 stig (-33)
10. B71 21 stig (-62)