Toppskorarin er ikki tøkur

Tað er smeitur hjá Víkingi, at Sølvi Vatnhamar ikki er á listanum í dag, nú KÍ er gestur í Sarpugerði

Tað er toppdystur í Sarpugerði í Gøtu nú klokkan 15, har KÍ er gestur hjá Víkingi. Tað regnar av grimd, men annars eru líkindini at spæla fótbólt góð.

 

Hjá Víkingi er tað dyggur smeitur, at toppskjúttin og ársins spælari hjá Víkingi higartil í ár Sølvi Vatnhamar og lyklaspælarin Bárður J. Hansen ikki eru á listanum í dag. Saman við Gunnari Vatnhamar og Bárði á Reynatrøð hevur Sølvi verið við í øllum landskappingardystunum, og hann er ovast á máltindinum í bestu deildini við 18 málum. Mikukvøldið skoraði hann bæði málini, tá ið fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB í Gøtu endaði 2-2.

 

Vongverjin í høgru Bárður J. Hansen hevur eisini verið ógvuliga drúgur, men hann er heldur ikki á listanum i  dag.

 

Allir hinir spælararnir hjá Víkingi eru tøkir.

 

Hjá KÍ er Deni Pavlovic ikki tøkur, og Odmar Færø er ikki millum teir fyrstu ellivu.

 

-

 

Víkingur – KÍ  kl. 15.00

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Ingi Jonhardsson – Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð