Um tað eydnast heima favorittunum at vinna, so verða teir átjan stig frammanfyri triðja plássið, tá ið tað resta sjey umfør, og harvið er stórur møguleiki fyri, at uppflytingin verður avgjørd, áðrenn hesin mánaðin verður liðugur. FSV04, sum kappast við ÍF um seinna uppflytingarplássið, skal í morgin spæla grannauppgerð í Sørvági. Eftir at KÍ fyrr í vikuni vann 1-0 á heimavølli ímóti LÍF, eru sørvingar komnir nærri niðurflytingarstrikuni.