Toppur og botnur fingu fult

Við sigri á B68 lyfti AB seg longri frá strikuni, og bæði HB og Víkingur mistu í mun til B36

Tað er sera gott lag í B36 leguni, tí árstalsfelagið hevur í kvøld styrkt um sína støðu í toppinum. Nú er fjarstøðan aftur til HB sjey stig. Tað er hon, tí B36 vann 1-0 í Gundadali á ÍF, og tí tað endaði málleyst í Sarpugerði, har HB var gestur hjá Víkingi.

Jákup á Borg skoraði B36 málið við brotssparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki. Tað var spenningur í alla tíðina. B36 hevði møguleika at økja um leiðsluna í 2. hálvleiki, og tá hevði ÍF eisini møguleikar at javna.

Í Sarpugerði endaði tað 0-0 millum Víking og HB. Síðstu løtuna royndi HB at leggja trýst á fyri at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. Víkingur legði bragdliga fyri, og víkingarnir høvdu fleiri møguleikar enn gestirnir.

 

Í 15. umfari eydnaðist tað Skála at vinna fyri fyrstu ferð í ár. Skála vann í kvøld 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.

Saman við Skála er B68 undir niðurflytingarstrikuni - bæði liðini hava 9 stig ella fýra færri enn argjamenn. AB vann lyklauppgerðina á heimavølli ímóti B68 3-2. Eftir at AB hevði javnað til 2-2 var heimaliðið greitt omaná, og tað kendist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn AB skoraði sigursmálið.

Eftir fleiri vónbrot á rað eydnaðist tað EB/Streymi at reisa seg. EB/Streymur vann 2-1 í Runavík ímóti NSÍ, sum framvegis eigur fyrsta sigurin á øðrum enn trimum teimum niðastu til góða.

 

Víkingur-HB 0-0

Reytt kort: Hans Jørgen Djurhuus (2 gul) 90.+1.

NSÍ-EB/Streymur 1-2 (1-1)

0-1: Arnbjørn Hansen 26.

1-1: Klæmint A. Olsen 27.

1-2: Niels Pauli Danielsen 85.

Skála-KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Holgar Durhuus 72.

2-0: Ólavur Mikkelsen 77.

B36-ÍF 1-0 (1-0)

1-0: Jákup á Borg br 36.

AB-B68 3-2 (1-2)

0-1: Ovi Brim 8.

1-1: Hørður Mohr 9.

1-2: Jann Ingi Petersen 13.

2-2: Magnus Egilsson 48.

3-2: Dion Splidt 76.

 

Støðan eftir 15. umfar

B36 37

HB 30

Víkingur 26

EB/Streymur 22

NSÍ 21

KÍ 20

ÍF 17

AB 13

B68 9

Skála 9

 

16. umfar

Sunnudagin 27. juli

ÍF-Skála

NSÍ-Víkingur

AB-EB/Streymur

28. juli - ólavsøkuaftan

HB-B68

29. juli - ólavsøkudag

B36-KÍ

 

-----

LIÐUGT

0-0

Í síðstu sekundunum sá Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi gult fyri aðru ferð, og harvið vóru víkingarnir undirmannaðir, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

 

90) 0-0

3 minuttir lagdir aftrat.

 

86) 0-0

Tað er framvegis málleyst, og tað verður spælt av lívsins kreftum í Sarpugerði. Talan er ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar, hóast bæði liðini hava hug at spenna álopsbogan.

 

79) 0-0

Poul Ingason er komin inn á HB liðið í staðin fyri Pál Mohr Joensen.

 

74) 0-0

Gunnar Vatnhamar er komin inn á Víkinga liðið í staðin fyri Sámal Jákup Joensen.

 

70) 0-0

Víkingur er leikliga omaná.

Atli Gregersen hjá Víkingi hevur sæð gult.

 

65) 0-0

Tað er Víkingur, sum eigur trýstið, men Teitur M. Gestsson er stinnur í HB málinum. Finnur Justinussen hevur havt góða roynd fyri Víking. Bestu HB royndina hevði Jóan Símun Edmundsson, men bólturin brast í tvørtræið.

Símun Samuelsen er komin á vøllin í staðin fyri Kristin R. Mouritsen.

 

60) 0-0

Hanus Jacobsen hjá Víkingi hevur roynt seg við góðum skoti, og Teitur M. Gestsson bjargaði.

 

58) 0-0

HB hevur framt framrættaða útskifting. Vongverjin í høgru, Jógvan Rói Davidsen, er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin René S. Joensen.

 

53) 0-0

Tað er framvegis málleyst. Serliga hjá HB hevur tað gingið illa at fáa gott samanspæl í lag.

Víkingur hevur havt fyrsta møguleikan eftir steðgin. Í staðin fyri at skjóta ímóti málinum valdi Finnur Justinussen at leggja upp á tvørs, og so spurdist einki burturúr.

 

47) 0-0

Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru við frá fyrsta bríksli.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

42) 0-0

So hevur HB havt fyrsta møguleikan. Talan var um størsta møguleikan higartil. Fróði Benjaminsen lyfti bóltin inn um Víkinga verjuna, og Jóan Símun Edmundsson hevði risa møguleika. Í tveimum royndum fekk hann bóltin framvið Geza Turi, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

35) 0-0

Víkingur er ágangandi og omaná, meðan tað er torførari hjá HB at fáa fatur á spælinum og at skapa møguleikar.

 

30) 0-0

Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi og Heini Vatnsdal hjá HB hava sæð gult.

Víkingur hevur átt bestu støðurnar, meðan HB ikki rættiliga hevur spælt seg til málmøguleikar.

 

27) 0-0

Heðin Hansen hjá Víkingi hevur havt góða roynd, men Teitur M. Gestsson í HB málinum bjargaði við beinparadu. Og so var Finnur Justinussen framvið eftir kiks í HB uppspælinum. Vinkulin var spískur, og tað spurdist einki burturúr.

 

23) 0-0

Tað er intenst, og tað gongur javnt á. Higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Víkingur legði bragdliga fyri, men nú er tað heilt javnt.

 

6) 0-0

Víkingur hevur havt fýra royndir ímóti HB málinum, men enn hevur tað ikki verið rættiliga vandamikið.

 

1) 0-0

 

Víkingur-HB kl. 19.00

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen , Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hallur Hansson, Hans Jørgen Djurhuus - Sámal Jákup Joensen, Philip Djordjevic, Heðin Hansen - Finnur Justinussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos – Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal,– Kristin R. Mouritsen, Jóan Símun Edmundsson, Pál Mohr Joensen

---

 

 

LIÐUGT

1-0

 

90) 1-0

B36 hevur tol, og ÍF hevur torført at fáa fatur á bóltinum.

3 minuttir lagdir aftrat. 

86) 1-0

Bartal Eliasen er fluttur fram í ÍF álopið. Kristoffur Jakobsen er komin inn á ÍF liðið í staðin fyri Dánjal á Lakjuni.

 

77) 1-0

Ari Ó. Ellingsgaard er komin inn á ÍF liðið í staðin fyri Nenad Saric.

 

75) 1-0

Talan er ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar. B36 hevur verið tætt við, men bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Jákup Mikkelsen.

Rógvi Poulsen kemur inn á B36 liðið í staðin fyri Hanus Thorleifsson, sum tykist vera eitt sindur skaddur.

 

66) 1-0

ÍF hevur verið tætt við tvær ferðir. Í seinna førinum ofraði Høgni Eysturoy seg fult og heilt, og tað eydnaðist honum at blokera. ÍF royndini stóðu Nenad Saric og Clayton Soares fyri.

Bogi Reinert Petersen er komin inn á ÍF miðvøllin í staðin fyri Fritleif í Lambanum.

 

60) 1-0

Clayton Soares hevur havt góða roynd eftir sera hegnisliga at hava tamt bóltin. Tórður Thomsen bjargaði væl.

 

55) 0-1

Adeshina Lawal hevur roynt seg, eftir at hann hevði sneitt seg leysan av fleiri mótstøðumonnum. Jákup Mikkelsen bjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

46) 1-0

B36 hevur skift út fyri aðru ferð. Beinanvegin eftir steðgin er Odmar Færø komin á vøllin í staðin fyri Alex Mellemgaard.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

43) 1-0

Adrian Cieslewicz hevur avloyst Jákup á Borg, sum er farin skaddur av vøllinum.

 

36) 1-0: Jákup á Borg br 35.

So er B36 á odda. Jákup á Borg umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tá ið Lukasz Cieslewicz fór um koll í nærdysti við Bartal Eliasen.

 

33) 0-0

Eitt sindur meiri lív er komið í, og fuglfirðingar hava verið tætt við.

 

27) 0-0

Tað gongur framvegis javnt á. Higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. ÍF er mest í verjustøðu, og B36 hevur tiltuskað sær fleiri hornaspørk, sum einki er komið burturúr.

 

20) 0-0

Tað gongur javnt á. Kanska hevur B36 tiltuskað sær leikliga yvirvág, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

8) 0-0

B36 er í somu uppstilling sum seinast. Tað vil siga, at Odmar Færø, Rógvi Poulsen og Adrian Ciezlewicz eru á beinkinum.

ÍF hevur havt bestu royndina, men skotið hjá Karl Løkin var ikki so gott.

 

5) 0-0

B36-ÍF kl. 19.00

Dómari: Nermin Cisic

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal

ÍF: Jákup Mikkelsen – Frank Poulsen, Bartal Eliasen, Poul N. Poulsen, Áki Petersen – Karl Løkin, Høgni Zachariassen – Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Nenad Saric – Clayton Soares

 

-----

 

 

LIÐUGT

3-2

90) 3-2

 

76) 3-2: Dion Splidt

So hevur AB fingið úrtøku burturúr stóru leikligu yvirvágini. Dion Splidt setti bóltin í málið hjá B68, sum nú er illa spert undir niðurflytingarstrikuni.

 

53) 2-2: Magnus Egilsson 47.

So hevur AB fingið úrtøku burturúr stóru yvirvágini, sum heimaliðið hevur havt, síðani B68 legði seg framum. Magnus Egilsson, sum í kvøld er ytstur í vinstru í framrættaða partinum, hevur við fínum skoti lagt bóltin framvið Kristiani Joensen og í handara síðunetið.

 

HÁLVLEIKUR

1-2

38) 1-2

AB hevur sett B68 undir trýst, og tað brennur á í brotsteiginum frammanfyri Kristian Joensen. Tvær ferðir hava gestirnir bjargað á málstrikuni!

 

15) 1-2: Jann Ingi Petersen 13.

Tað er málríkt á Argjum, har B68 nú er frammanfyri 2-1. Málskjútti var miðvallarin og liðformaðurin Jann Ingi Petersen, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið.

 

10) 1-1: Hørður Mohr

Beinanvegin eftir B68 málið eydnaðist tað AB at javna. Eftir innlegg úr vinstru setti miðvallarin Hørður Mohr bóltin í málið.

 

8) 0-1: Ovi Brim

Eftir horna og innlegg setti miðverjin Ovi Brim bóltin í AB málið við høvdinum.

 

AB-B68 kl. 19.00

Dómari: Páll Augustinussen

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Sorin Anghel, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen, Hørður Mohr, Kári Nielsen – Dion Splidt, Jógvan Skeel Nolsøe, Magnus Egilsson

B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Mads Rosenberg – Andrias á Líknargøtu, Janus W. Mortensen, Jann Ingi Petersen, Hákun Edmundsson, Óli H. Olsen – Jonleif Højgaard

-----

 

 

LIÐUGT

2-0

Skála hevur vunnið fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina.

 

90) 2-0

 

83) 2-0: Ólavur Mikkelsen

Skála er orduliga á sigurskós. Málið hesa ferð líktist nógv tí fyrra. Hesa ferð var tað innskifti Ólavur Mikkelsen, sum setti bóltin í málið, eftir at innlegg var komið innfyri úr vinstru.

KÍ hevur havt bóltin í netinum eftir at Skála hevði økt um leiðsluna, men Ndende var rangstaddur, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

80) 1-0: Holgar Durhuus

Skála hevur ikki vunnið í ár, men nú er Skála á sigurskós. Holgar Durhuus hevur lagt Skála framum eftir innlegg úr vinstru og yvir um handara stólpa.

 

65) 0-0

Skála hevur verið omaná fyrra partin av 2. hálvleiki, men støðan er framvegis 0-0. Besta Skála møguleikan eftir horna hevði miðverjin Petur Pauli Mikkelsen, men bólturin fór skeivu megin stólpan.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Teir eru farnir undir tak at hvíla seg á Skála. Støðan er framvegis málleysur javnleikur. Tað eiga klaksvíkingar at vera meiri fegnir um enn heimamenninir. Skála hevur verið greitt omaná, og heimaliðið hevur spælt seg til fleiri málmøguleikar, men tað hevur ikki eydnast at skora.

 

25) 0-0

KÍ hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini. Skála leggur stóran dent á verjupartin, og so verður dúvað upp á skjót mótálop.

Skála-KÍ kl. 19.00

Dómari: Rúni Gaardbo

Skála: Mark Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Andras Frederiksberg, Pauli G. Hansen – Holgar Durhuus, Edvin Jacobsen, Jákup Johansen - Brian Jacobsen

KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Atli Danielsen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Ivan Joensen, Ndende Adama Guéye, Heðin Klakstein – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

 

 

----

LIÐUGT

1-2

EB/Streymur hevur í kvøld vunnið 2-1 á NSÍ við Løkin í Runavík.

 

85) 1-2: Niels Pauli Danielsen 84.

EB/Streymur er á sigurskós. Málskjútti var Niels Pauli Danielsen, sum setti bóltin í málið eftir innlegg frá Hans Paula Danielsen.

 

75) 1-1

Tað er framvegis 1-1 við Løkin í Runavík. Í 2. hálvleiki hevur tað verið væl linligari, enn tað var í 1. hálvleiki.

 

Petur Reinert hevur bríkslað fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki. Støðan er 1-1. Málini hava vandamiklu fremstu menninir – Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi og Klæmint A. Olsen hjá NSÍ – skorað. Tað var bara ein hálvur minuttir frá tí, at Arnbjørn Hansen við høvdinum hevði lagt EB/Streym framum, og inntil Klæmint A. Olsen við høvdinum hevði javnað fyri NSÍ.

 

Veðrið er av tí fagrasta við Løkin.

HÁLVLEIKUR

1-1

 

40) 1-1

Støðan er framvegis 1-1, men síðstu løtuna hevur tað aftur verið NSÍ, sum hevur verið omaná. Klæmint A. Olsen var í góðari støðu, men tá ið hann royndi ímóti málinum, megnaði Høgni Madsen, sum í kvøld er í verjuni, akkurát at blokera.

 

35) 1-1

Tað var bara hálvur minuttir millum tey bæði málini, sum bóru 1-1 við sær. Síðani hevur tað gingið heilt javnt á. Fótbóltsspælið er gott, tað gongur javnt á, og báðir partar kennast sinnaðir at leypa á. Harvið er undirhaldsvirðið høgt.

 

27) 1-1: Klæmint A. Olsen

Tað var ikki leingi, at EB/Streymur var á odda í Runavík. Í fyrsta álopinum, eftir at NSÍ hevði givið bóltin upp, eydnaðist tað at javna. Andy Olsen legði innfyri úr høgru, og undir málinum var Klæmint A. Olsen hægstur. Við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið.

 

26) 0-1: Arnbjørn Hansen

So hevur EB/Streymur vunnið úrtøku. Eftir innlegg úr vinstru frá Hans Paula Samuelsen var Arnbjørn Hansen hægstur, og við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið.

 

25) 0-0

Dysturin við Løkin, har fyrsta bríkslið var klokkan 18, hevur tikið heilt aðra vend. Nú er tað EB/Streymur, sum er greitt omaná, og síðstu minuttirnar hava gestirnir í fýra førum verið heilt tætt við at skora. Tað er serliga í vinstru, har Hans Pauli Samuelsen er dirigentur, at álopini verða myndað.

 

17) 0-0

Gongdin er tann sama. Bestu royndina higartil hevur Árni Frederiksberg havt. Hann royndi seg við skoti úr vinstru, og René Tórgarð í EB/Streyma málinum bjargaði væl. Higartil hevur EB/Streymur bara verið í álopi í fyrsta minutti. Annars hevur tað snúð seg um at verja hjá gestunum.

 

12) 0-0

NSÍ hevur greiða yvirvág, og tað mesta gongur fyri seg á EB/Streyma hálvuni. Enn er einki mál komið, og tað hava ikki verið upplagdir málmøguleikar. NSÍ hevur havt fýra hornaspørk.

 

5) 0-0

EB/Streymur legði bragdliga fyri, og í fyrsta álopinum var um reppið, at tað eydnaðist at skora!

 

Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymi, hevur tikið avleiðingarnar av soltnu úrtøkuni seinastu ferðirnar. EB/Streyma liðið er nógv umskipað í kvøld, hóast talan er um kend nøvn. Merkisvert er tað, at á verjukendu miðvallarplássunum eru Gert Hansen og Marni Djurhuus.

 

NSÍ-EB/Streymur kl. 18.00

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jákup Andrias Gaardbo, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Haraldur R. Højgaard, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Høgni Madsen, Egil á Bø, Rógvi E. Nielsen – Gert Hansen, Marni Djurhuus – Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen