Tora og heglingur í dag

Eitt hátrýst mennist yvir bretsku oyggjunum og gevur eitt skifti støðugt veður yvir Føroyum, men hósdagin troka nýggj brúgvaløg seg fram av vestri.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum tora og heglingur. Í kvøld og í nátt klárar tó í og tað verður turt og lutvíst klárt. Hitin um 10 stig.

 

Í morgin verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum fer í ein útsynning og sunnan. Turt og sól og hitin um 10 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Turt og klárt og hitin millum 6 og 10 stig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í stívt andøvsgul av suðri, 7 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vind, 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin um 10 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av og á, um náttina fyri tað mesta turt. Hitin um 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sól. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.