Torbjørn Jacobsen farin á Fólkating

Tórbjørn Jacobsen fer at taka sæti á Fólkatingi í dag

 

Fólkatingið


Nú verður tað, at føroyingar fáa nýggjan fólkatingsmann.

Tað hendir, nú Torbjørn Jacobsen á Glyvrum tekur sæti á Fólkatingi fyri Høgna Hoydal.

Høgni Hoydal var fyrst valdur á fólkating á listanum hjá tjóðveldisflokkinum , men av tí at hann frammanundan er landsstýrismaður, hevur tað ligið í luftini, at næstu maður á listanum fór at taka yvir.

Eitt ætlaði Høgni Hoydal sær tó at avgreiða fyrst og tað var at taka lut í stóra orðaskiftinum, sum var, nú Fólkatingið varð sett eftir valið í november.

Tað er nú avgreitt og síðani hevur Høgni Hoydal biðið um farloyvi úr Fólkatinginum og um, at næsti maður á listanum sleppur at taka yvir.

Næsti maður á listanum er Tórbjørn Jacobsen og hann fór úr Føroyum, niður á Fólkating í gjár.

Væntandi verður tað í dag, at Fólkatingið samtykkir, at hann tekur sæti á tingi fyri Høgna Hoydal.

Annars verður ikki mett, at hann fer at taka orðið á tingi, fyrenn fíggjarætlanin kemur til viðgerðar, men tað verður neyvan fyri næsta ár.