Tórsfest var í Havn í gjár, men tað ávirkaði ikki arbeiðið hjá løgregluni nevniverdugt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Onkur fráboðan var um larm, og onkur fólk vóru so full, at tey máttu hjálpast.
Klokkan 17.30 var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn. Tá hann blástu í alkometrið, vísti tað ov nógv, og tí varð farið á skaðastovuna at taka eina blóðroynd.
Ein persónur var tikin fyri ólátaðan atburð uttan fyri eitt skeinkistað. Hann varð tikin við á støðina fyri at køla av og fekk síðani eina bót, sigur vaktleiðarin
Eitt rúsevnamál er skrásett hjá løgrelguni. Tað var ein persónur, sum hevði eina minni nøgd av rúsevnum uppi á sær.











