Tóri Slættalíð nýggjur deildarleiðari

Nýggjur deildarleiðari í Ráðgevandi deildini í Námi er 40 ára gamli Tóri Slættalíð.

Nýggjur deildarleiðari í Ráðgevandi deildini í Námi er 40 ára gamli Tóri Slættalíð. Hann er útbúgvin lærari við yvirbygningi í kt, læring og organisatión í broyting frá Aalborg Universiteti.

 

Nám hevur arbeitt við bygnaðarbroytingum, sum merkir at nýggja ráðgevandi deildin í Námi fer at fevna um námsráðgeving, bókasavn, kt-didaktiska økið, skeiðsvirksemi, trivnaðarøkið og aðrar tvørgreinaligar verkætlanir.

 

Deildin er ein samanlegging av námsfrøðiliga ráðgevandi toyminum og kt-toyminum, sum var.

 

Umframt at menna námsfrøðiligu ráðgevingina út til skúlarnar, fer Nám við nýggju deildini eisini at leggja seg eftir at menna kt-didaktiska økið.

 

Uppgávurnar á kt tekniska økinum verða fluttar í Undirvísingarstýrið og nýggja Skúlanetið, so hvørt sum nýggja kt leiðslufyrisitingarskipanin og Skúlanetið verða sett í verk.

 

Tóri Slættalíð tók við nýggja starvinum sum deildarleiðari í Ráðgevandi deildini í Námi hin 1. august 2022, skrivar nam.fo.