súkkling
Skipað varð fyri FM í einkultstarti í vikuskiftinum. Unglingar og vaksin koyrdu 30 km einkultstart. Teinurin gekk úr Havn til Kaldbak, har vent varð, og síðan aftur til Havnar
Veðrið var av tí besta leygardagin, og fleiri súkklarar høvdu tí sett nøsina upp eftir at sett nýtt met - antin persónligt ella nýtt føroyskt met. Men hóast góðar umstøður eydnaðist royndin hjá Gunnar Dahl-Olsen ikki at sláa fýra ára gamla metið hjá Rógva Johansen.
Men enn eitt meistaraheitið bleiv tað so til, og so mikið væl gekk leygardagin, at sigurin var rættiliga sannførandi. Gunnar vann við heili trimum minuttum á nummar tvey, ið hesa ferð gjørdist Sverri Mohr Edvinsson. Munurin hevði allarhelst verið enn størri um ikki vilstur seyður hevði steðgað Gunnari á veg niðan eftir brekkuni við Sundsverkið.
Tíðin hjá Gunnari var 43 minuttir og 3 sekund. Triðjur á mál varð Christian Guttesen. Hann kom á mál bert ein minutt eftir Sverra, hettta hóast høgri armur var væl innbundin í gipsi og øðrum.
Christian var óheppin undir Statoil Kring Føroyar súkklukappingini á veg oman í Fámjin. Hann datt og armurin brotnaði. Men hetta slóð ikki mannin av hestinum, og leygardagin fekk hann so løn fyri góðan venjingarinnsats í hesum kappingarárinum. Eitt bronsuheiðursmerki bleiv tað til.
Eli og OyL
Lovandi ungi súkklarin, Eli Christiansen úr Havn stóð seg ikki so gott leygardagin. Umframt at hann ikki dámar so væl einkultstart, so hevur hann ikki havt tað stóru framgongdina í ár. Eftirsum eingir Oyggjaleikir eru í ár hevur hann avgjørt at tikið tað eitt sindur róligt í ár. Hetta hevði tí við sær, at hann mátti taka til takkar við einum fimta plássi, bert eitt sekund eftir Beinir Rasmussen. Men hesa gongd hevur Eli nú ætlanir um at broyta. Hann hevur nú ætlanir um at taka eitt ordiligt hál fram til Oyggjaleikir. Eydnast tað honum at vinna sær pláss á føroyska landsliðnum, ja so er ein treyt, at mann skal tíma at koyra einkultstart. Hetta er jú ein av greinunum kappast verður í á Oyggjaleikum.
Torkil vann trygt
Hjá unglingum gekk best hjá 14 ára gamla Torkil Veyhe úr Havn. Eisini hann vann ein tryggan sigur, tá hann kom á mál eftir at hava súkklað teir 30 km uppá tíðina 51 minuttir og 30 sekund. Torkil vann við ikki minni enn hálvum øðrum minutti á Bergur Johansen, ið gjørdist nummar tvey. Triðjur á mál kom Sigmund Olsson, ið eins og Torkil, roynir seg á hesum langa einkultstarti á fyrsta sinni.
FM í landavegkoyring
Komandi leygardag skulu súkklararnir aftur í eldin. Tá verður kappast um enn eitt meistaraheiti. Hesa ferð FM í 100 km landavegkoyring.
Teinurin leygardagin gongur av Toftum, um Eiðisskarð, suður gjøgnum Sundalagið, eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Málið verður aftur við Plantusøluna við Hvítanesvegin. Unglingar koyra tó ikki eftir Oyggjarvegnum, men leggja leiðina gjøgnum Kaldbakstunnilin, og síðan beina kós til Havnar. Unglingarnir koyra sostatt ikki 100 km, men umleið 70 km.
Úrslitið av einkultstartinum varð soleiðis:
Unglingar:
Nr. NavnTíð
1Torkil Veyhe51:30:00
2Bergur Johansen52:58:00
3Sigmund Olsson55:32:00
4Rúni Bláfoss57:42:00
5Finnur MellemgaardÚtgekk
Menn:
Nr. NavnTíð
1Gunnar Dahl-Olsen43:03:00
2Sverri M. Edvinsson46:07:00
3Christian Guttesen47:17:00
4Beinir Rasmussen49:03:00
5Eli Christiansen49:04:00
6Esmar Joensen49:56:00
7Kjartan Egholm53:32:00
8Evald Rasmussen57:45:00
9Høgni Øster58:33:00