Torleif skorar milliónir

Nýggjur samstarvssáttmáli er gjørdur við UFA. Avtalan, sum kemur í gildi á nýggjárinum og gongur fram til 2005, er uppaftur betri enn tann, sum hevur verið galdandi í fjør og í ár

Torleif Sigurðsson, formaður, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, hava nú í eitt hálvt ár samráðst við stórfyritøkuna UFA, sum hoyrir heima í Hamburg, um, hvussu skal vera við framtíðar samstarvinum. UFA hevur síðani ársbyrjan í fjør havt sjónvarpsrættindini og lýsingarrættindini í sambandi við heimadystirnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

Føroyingar hava hildið avtaluna, sum var galdandi fram til 31. desembur 1999, verið góða, men tað munnu týskararnir eisini hava hildið. Teir hava strongt á at leingja samstarvið, og beint eftir landsdystin ímóti Malta skrivaðu partarnir undir avtaluna í ítróttarhúsinum á Toftum.

Avtalan verður galdandi frá 1. januar 1998 og fram til 31. desembur 2005. Umframt sjónvarp og lýsingar fær UFA í nýggju avtaluni eisini útvarpsrættindini í sambandi við heimadystirnir hjá landsliðnum, men tá er føroyskt útvarp undantikið.

Avtalan fevnir um gjald í sambandi við undirskrivingina, um onnur gjøld, sum eru tengd at, hvørji mótstøðulond koma í bólk saman við Føroyum í komandi HM og EM undankappingum, um gjald fyri venjingarlegur hjá landsliðnum og um møguleika at fáa lán frá UFA undir sera lagaligum treytum.


Ivasamur og nøgdur

Torleif Sigurdsson, formaður í FSF, er nøgdur við avtaluna, men hann dylur ikki, at hann hevur verið sera ivasamur um, um tað var rætt at gera avtalu, sum røkkur so langt fram í tíðina:

­ Vit hava viðgjørt hetta væl og virðiliga í Fótbóltssambandinum, og vit hava ivast í, um hetta var eitt rætt stig at taka, og eg skal ikki dylja yvir, at eingin hevur verið meiri ivasamur, enn eg havi verið sjálvur, sigur FSF bossurin, og so útgreinar hann:

­ Tað eru nógv sjónarmið, sum hava verið frammi, t.d. at tú bindir komandi nevndir seks ár fram í tíðina, og at vit vita ikki, hvussu gongdin fer at verða við pengunum í fótbóltinum. Higartil hevur talan verið um ógvuliga stóran vøkstur, og so er spurningurin, um hetta fer at halda fram, og hvussu tað fer at vera í eystureuropeisku londunum, sum í fótbóltshøpi framvegis geva millum lítið og einki.

­ Men vit hava altso valt at taka eina loysn, sum tryggjar inntøkugrundarlagið og ikki minst tøku pengarnar ella likviditetin fram til og við 2005.


FSF skal styrkjast

Men roknar tú ikki við, at tað verða nógv, sum vilja hava part av køkuni?

­ Tað er einki at ivast í, og vit vóna, at peningurin, sum FSF vinnur, kemur føroyska fótbóltinum í breiðum týdningi til góða. Men fyri at tað skal bera til at halda virkseminum og har við møguleikunum fyri inntøkum á tí støðinum, sum vit eru á og kanska at økja tað, so er alneyðugt, at vit konsolidera okkum. Vit skulu vera so mikið væl fyri, at vit tola eitt bakkkast eitt ár ella bæði tvey.

­ Virksemið, sum skal til, fyri at møguleikin skal vera til staðar at fáa ein sovornan sáttmála, kostar nógv, og tað ber als ikki til, at vit annars skrúva rakstrarútreiðslurnar upp, tí vit hava fingið eina betri avtalu.


FSF og spælararnir

Men er tað ikki rímuligt, at spælararnir fáa ein størri part av køkuni. Tað eru teir, sum skapa úrslitini?

­ Vit samráddust við spælararnar um eina avtalu, áðrenn vit fóru undir hesa HM undankappingina, hon gongur út, tá kappingin verður liðug í heyst, og so verða nýggjar samráðingar um treytirnar, teir skulu spæla undir í EM undankappingini, sum byrjar komandi ár. Sigurin á Malta kostaði okkum upp í móti hundrað túsund krónum í dagpengum og bonus.

­ Í avtaluni, sum er galdandi við spælararnar, fáa teir umframt dagpengar, eisini samsýning, sum er treytað av úrslitunum, og tað halda vit er ein góður máti. Úrslitini eru vorðin alt betri, so eg rokni við, at spælararnir eisini í nýggju avtaluni fara at vera áhugaðir í einari sama slag avtalu. Møguliga skulu onkrar upphæddir justerast, men lat okkum nú síggja, hvussu tað verður í samráðingunum.


FSF og almenni stuðulin

Fótbóltssambandið hevur seinnu árini fingið 700 túsund á fíggjarlógini til altjóða fótbólt. Vit spyrja formannin í FSF, um hann ikki er bangin fyri, at politikarnir fara at halda hetta vera órímuligt, nú inntøkurnar aðrar vegir eru øktar:

­ Tað er møguligt. Men vit hava heitt á politikarnar um ikki at nerta upphæddina. Skulu vit standa okkum í altjóða fótbólti, so er neyðugt, at ungdómsarbeiðið verður styrkt, og tað ætla vit at brúka meiri pengar uppá.

­ Lat meg í hesum sambandinum eisini vísa á, hvussu nógv altjóða fótbólturin kastar av sær. MVG og ferðaavgjaldið á flogvøllinum man vera út ímóti teimum 700 túsund, og so eru tað so nógvar aðrar inntøkur, sum tað almenna fær. T.d. kann eg nevna, at okkara metingar siga, at Strandferðslan síðsta sunnudag í eykainntøku fekk ímillum 500 og 700 túsund krónur í sambandi við landsdystin á Svangaskarði. Bara um Leirvíksfjørð fóru 1100 fólk hvønn vegin, sum umframt at gjalda fyri ferðaseðilin eisini mundu brúka fitt av pengum í kioskini.

­ Og eg kundi hildið á at nevnt onnur viðurskifti, har fótbólturin gagnar føroyska samfelagnum. Men lat meg bara nevna, at í sambandi við altjóða dystirnar hjá landsliðnum og feløgunum, sum í summar fara at taka lut í Europa Cup og Intertoto Cup, fáa vit umrøðu í nógvum av londunum, sum vit selja til, og í londum, sum vit í framtíðini kanska fara at selja til. At umrøðan ávirkar positiva vegin, ivist eg onga løtu í.

­ Vit hava roynt m.a. at greitt politikarunum frá, hvussu hesi viðurskiftini hanga saman, og tí vóni eg, at teir skilja, hvat skal til, endar Torleif Sigurðsson.