Orð og myndir: Dávur Winther

Tórmóður í Smiðjuni í Lítluvík

Í gjár lat upp forvitnislig framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har Tórmóður Djurhuus sýnir fram 10 beinraknar málningar. Eisini sýnir hann hegnisliga kynstur sítt, hvussu hann prýðir ein upptrekkjara - eins og vanligt er við grindaknívum til prýðis.

 

Orð og myndir: Dávur Winther

Jú, tú spyr kanska, sum onkur annar hevði spurt abban, Tórmóður Djurhuus, ið vit kenna sum løgfrøðing: "Ert tú farin at mála"?

Nei, hesin ungi er abbasonur Tórmóð - sonur Hákun Djurhuus. Hann hevur sítt dagliga yrki sum tannteknikari og málar sera framkomið við sínum egna stíli í frítíðini.

Ein bjørt framsýning við greiðum skapum og neyvum kontratum í litsamansetingini við einum ljóst gráum grundtóna. Síðani spæla aðrir hvassir litir upp ímóti. 

Tó at listin fer yvir í tað abstrakta, kanst tú ikki lata vera við at síggja landsløg, húsaskap, fólk og bygdaløg.

##med2##

Ein annarleiðis framsýning - sera áhugaverd! Tórmóður er dugnaligur, umhugsin og trúgvur móti sínum serstaka stíli. Hetta er heilt vist ein listamaður, sum vit fara at síggja nógva spennandi og kveikjandi list frá.

##med3##

Takk fyri eina frálíka framsýning!

Framsýningin er bert opin fram til komandi mikudag, so tú mást skunda tær!

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

 

 

Orð og myndir: Dávur Winther