Torpedera ætlanina hjá Johan Dahl um pápakvotu

Ósemja er í samgonguni um barsilsfarloyvi til pápar

- Hasum taki eg yvirhøvur ikki undir við.

 

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin og løgtingsformaður.

Hann vil ikki vita av ætlanini hjá Johan Dahl at broyta barsilsskipanina soleiðis at pápar skulu í farloyvi í seks vikur.

 

Samgongan ætlar at broyta barsilsskipanina og ein broyting er, at seks vikur av farloyvinum skulu markast til pápan. Tekur pápin ikki av tilboðnum, fella hesar seks vikurnar burtur, tí mamman kann ikki yvirtaka tær.

 

- Eg veit einki um, at samgongan arbeiðir við hesum. Málið hevur ikki verið til viðgerðar í samgonguni. Kanska hevur tað verið fyri á landssýrisfundi, men tað er so ikki viðgjørt í samgonguni, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

- At áseta eina pápakvotu er nakað, Johan Dahl sjálvur hevur funnið upp á, staðfestir Jógvan á Lakjuni.

 

Og hann heldur at tað er merkiligt arbeiðslag, at slíkt verður almannakunngjørt, áðrenn tað er viðgjørt í samgonguni.

 

Og hann ger púra greitt, at hann tekur ikki undi við eini pápakvotu.

 

Hann veit eisini við vissu, at tað eru fleiri onnur í samgonguni, sum ikki gera tað.

 

Jógvan á Lakjuni sigur, at sjálvandi skulu mamman og pápin sjálvi gera av, hvussu tey býta farloyvið ímillum sín.

 

Hann setir seg ikki upp ímóti, at barsilsfarloyvið verður longt.

 

Men foreldrini skulu sjálvi gera av, hvussu tey býta farloyvið ímillum sín og um pápin skal hava ein part av tí, ella ikki.

 

- Tað er mikið møguligt, at tað er gott fyri barnið, at pápin er meiri saman við tí.

 

- Men mínar royndir eru, at mammur vilja sleppa at vera longri heima hjá børnunum ímeðan tey eru smá. Tí skulu myndugleikarnir ikki gera av, hvussu tey býta farloyvið ímillum sín, sigur Jógvan á Lakjuni.