Torres og Luiz bert byrjanin

Enskir miðlar vilja nú verða við, at dýru innkeypini av Fernando Torres og David Luiz bert er byrjanin til eitt stórinnkeyp í keypsglugganum í summar. Tað eru fleiri orsøkir til, at ensku miðlarnir nú siga, Roman Abramovich í summarkeypsglugganum fer at keypa nógv og dýrt inn.

Fyri tað fyrsta eru tað sveiggjandi úrslitini seinastu mánaðarnar av aldrandi liðnum. Tað fóru jú fimm stóran stjørnur út gjøgnum hurðina á Stamford Brigde síðsta summar, Deco, Michael Ballack, Juliano Belletti, Richardo Carvalho og Joe Cole, meðan bara tveir nýggir leikarar komu í hópin, brasilski Ramires og ísraelski Yossi Benajun.

Men ein onnur og kanska meira sannlíka orsøkin er, at eftir næsta ár koma nýggju reglurnar hjá UEFA um fíggjarligt Fair Play í gildi. Og tað merkir, at feløgini ikki mugu hava týðandi hall. Og tað hevur Chelsea havt øll árini, síðani Roman Abramovich keypti felagið.

Leikararnir, sum ensku miðlarnir nevna, eru allir ungir og stak evnaríkir. Tað snýr seg um Ajax-bakkin, Gregory van der Wiel, Eden Hazard frá franska felagnum Lille, Romelo Lukako, málverjan í Stoke, Asmir Begovic og skjóta chilenaran hjá Udinese, Alexis Sanchez.

Tað er eisini neyðugt at styrkja liðið, tí fíggjarliga hevur felagið roknað við inntøkunum frá Champions League, sum Chelsea skal kvalifisera seg til á hvørjum ári.

Liðskiparin í Chelsea, John Terry, er eisini væl nøgdur við, at felagið aftur er úti á leikaramarknaðinum í stórum stíli.

- Lagið er gott í hópinum, og tað er gott, at vit aftur eru á leikaramarknaðinum tí tað vísir, at vit meina okkara ambitiónir í álvara, sigur John Terry.