Liverpool hevur havt sínar skaðar at dragast við. Xabi Alonso verður ikki klárur fyrr enn um mánaðarskiftið. Danski Daniel Agger verður heldur ikki klárur fyrr enn, um tríggjar vikur. Men á Anfield Road hava teir eina vón um, at Fernando Torres kann verða klárur til dystin ímóti Besiktas. Rafael Benitez vil tó ikki kunngerða hetta, fyrr enn stutt áðrenn dystarbyrjan. Liverpool hevur hart brúk fyri einum sigri. Teir hava bert 1 stig av 9 møguligum. Besiktas er tó ikki eitt gott útilið í Champions League-høpi. Í teimum seinastu 10 útidystunum í Champions League, hevur Besiktas bert vunnið ein dyst. Tað var fyri meir enn 4 árum síðani, á Stamford Bridge ímóti Chelsea. Besiktas tapti eisini í vikuskiftinum 2-1 ímóti arvafíggindunum úr Fenerbache. Av teimum 4 liðunum í bólkinum, er Fenerbache tað einasta liðið, sum ikki hevur verið evropeiskur meistari. Hini bæði liðini eru Porto og Marseille.