Tórsbáturin hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð

Kappróður 8-mannafør: Nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag hevur tryggjað sær fyrsta FM heitið

Tað spruttar av lívi í Havnar Róðrarfelag. Nýggja 8-mannafarið eitur Tórsbátur, sum var flotaður um norðoyastevnumundið. At talan er um sera stinna manning sæst á úrslitunum.

 

Fyrr í dag hevur Havnar Róðrarfelagið vunnið FM, og í onkrari kapping verður taðá ólavsøku, at bátur hjá Havnar Róðrarfelag fer at vinna FM.

 

Í dag var Tórsbáturin aftur fremstur. Sigurin í dag var tann sætti, og tá ið tað eru átta stig aftur til næstfremsta bátin, so er tað greitt, at Tórsbáturin er FM vinnari.

 

Næsti kappingarneytin í FM kappingini – um tað ber til at tosa um kapping – hevur verið Gøtu Tróndur, og báturin hjá teimum í Eysturkommunu er framvegis á silvurplássinum í FM kappingini. Men í dag endaði Gøtu Tróndur á fjórða plássi. Ørvur og Gullbrandur vóru frammanfyri Gøtu Tróndur. Ørvur og Gullbrandur umboða Havnar Róðrarfelag, sum tískil átti allar tríggjar bátarnar, sum endaðu á heiðursmerkjaplássunum.

 

 

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo

 

 

 

##med3##