Tórshavnar Býráð viðger flogvøll á Glyvursnesi

- Nú fer Tórshavnar Býráð at viðgera spurningin um at gera flogvøll á Glyvursnesi.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Hann heldur, at vit eru farin at troyttast av at hoyra um vánalig floglíkindi í Vágum og í summar hevur tað verið av ringastu líkindum í minniligar tíðir.


- Høvdu oyggjaleikirnir verið í Føroyum í ár, hevði tað verið ein gøla, og tað er við bivandi hjarta, at nakar fer undir at fyriskipa altjóða tiltøk í Føroyum undir hesum umstøðunum, sigur hann. 

 

Hann staðfestir, at nýggjastu kanningarnar vísa, at Glyvursnesi er besta staðið í landinum at gera flogvøll, sum lýkur øll krøv til inn- og útflúgving, og til lendið nærhendis vøllinum.

 

Samstundis eru at kalla ongir trupulleikar av turbulensi Á Gyvursnesi, og reglusemið verður betri enn í Vágum.

 

- Í frágreiðingini hjá Vinnumálaráðnum og Landsverk frá 2010 um flogvøll á Glyvursnesi varð mett, at ein 2,7 km langur flogvøllur fór at kosta 1,7 miljard og ein 1,8 km langur vøllur fór at kosta 980 miljónir.

 

Heðin Mortensen sigur, at nú vit dagliga tosa um miljardaupphæddir í sambandi við undirsjóvartunlar, ljóðar hetta ikki longur so øgiligt.

 

Tórshavnar Kommuna er farin undir at gera golfvøllin, sum er ein treyt fyri, at vit fáa oyggjaleikirnar hendavegin í 2019.

 

- Samstundis hava vit samtykt at fara undir at víðka Tórshavnar havn og at taka grótið til endamálið av Glyvursnesi, sigur borgarstjórin.

 

- Og havnarborgarar kunnu kenna seg púra fullvísar um, at vit hugsa um ein komandi flogvøll í øllum, vit gera á Glyvursnesi, leggur hann afturat.
 

Hann heldur, at tað kann eisini vísa seg, at ein tílíkur altjóða flogvøllur fer at verða fíggjarliga burðardyggur, og at áhugaðir íleggjarar finnast í rúgvuvís, sum hann sigur.

 

- Ein flogvøllur á Glyvurnesi fer at krevja nógv lendisarbeiði. Hetta hugsa vit um í øllum, vit gera í løtuni.

 

- Og eg havi áður víst á, at tá vit nú skulu undir stórarbeiði við hópin av maskinum í økinum, so skal vera løgið, um ikki eitt fyrireikandi arbeiði til flogvøll samstundis fer í gongd í økinum.
 

Heðin  Mortensen sigur, at í heyst fer Tórshavnar kommuna at taka málið um flogvøll á Glyvursnesi upp til viðgerðar.