Tosa ikki um ES-limaskap

ES-forsetin, Herman Van Rompuy hevur verið í Oslo og tosað við Jens Stoltenberg, forsætisráðharra, men ikki um norskan limaskap í samveldinum. Tvørturímóti vissaði forsetin tíðindafólk um, at hann var ikki farin til Noregs at biðja norðmenn koma upp í ES.

-Ta avgerðina eiga norðmenn einsamallir. Viðurskiftini millum ES og Noreg eru sera góð, og Noreg er knýtt at innara marknaðinum ígjøgnum EBS-sáttmálan og Schengensáttmálan, segði Van Rompuy.

Jens Stoltenberg vísti á, at norska fólkið hevur tvær ferðir sagt nei til at fara upp í ES, og at ES-limaskapur er als ikki til umrøðu.

-Eg dugi heldur ikki at síggja, at málið kemur aftur enn á sinni. Svarið má tí vera, at vit fara at víðka samstarvið, sum vit longu hava við ES, segði norski forsætisráðharrin.