Tað hevur ikki verið nakar dansur á rósum at fáa lønandi rakstur í toskaaling.
Men, norski toskaalarin Ode kann nú vísa á sítt fyrsta ár við avlopi, og hetta er fyri árið 2025.
Kyst.no veit at sga, at felagið meira enn tvífaldaði sín umsetning - úr 401 norskum milliónum í 2024 uppí 877 milliónir í 2025.
Samstundis broyttist ársúrslitið frá einum halli á 242 milliónir í fjør til 66 milliónir í avlopi í 2025.
Hetta er soleiðis ein betran av ársúrslitinum á 301 milliónir norskar krónur samanborið við árið fyri.
Vit kunnu leggja aftrat, at fyri at fáa hesi tøl í okkara peningi, skulu norsku milliónirnar faldast við 0,68.
Sambært alifelagnum í Ålesund er hetta fyrsta árið, at felagið kemur við einum avlopi í einum ársroknskapi.
- Sjálvt um hetta var væntandi, sum ein partur av okkara arbeiðsætlan, er árið í fjør ein hornasteinur hjá okkum.
Stovnarin og stjórin í alifelagnum, Ola Kvalheim, sigur í tíðindaskrivi, at felagið takkar starvsfólkum og øllum viðskiftapørtum fyri síni íkøst.
Felagið tók 10.018 tons av toski í 2025, sum var ein vøkstur á 110 prosent í mun til árið fyri, tá tøkunøgdin var 4.770 tons.
##med2##
- Vit hava víst, at toskur kann alast effektivt og burðardygt, sigur stjórin og stovnarin, sum fór í holt við at ala tosk í 2020.
Sambært Kyst.no hevur felagið alla virðisketuna - frá lívfiski og smolti til framleiðslu, slakt, góðsking og sølu.
Toskaalifyritøkan Oda hevur í dag fleiri enn 300 fólk í arbeiði.
- Laksaalingin hevur á ymiskan hátt víst toskaalingini leiðina frameftir, sigur stjórin og stovnarin, Ola Kvalheim.












