Summi fólk eru raskari at eygleiða náttúruviðurskifti enn onnur. Onkur sær tað, ein annar ikki sær - ella, onkur sær tað, sum rørist, betur enn onkur annar.
Soleiðis eru vit menniskju nú einaferð, og so eru summi eisini forvitnari enn onnur - alt eftir, hvørji áhugamálini eru.
Ein góður eygleiðari av tí, sum rørist á havinum, er Hjaltur Poulsen í Klaksvík, og er hann á sjónum, er hann forvitin eftir at vita, hvat fiskurin etur.
Í gjár legði hann út nakrar myndir - og eitt videobrot - av toski við sprænfullum maga. Forvitin, sum hann er, kryvur hann fiskin og hyggur í magan.
Á myndini her omanfyri síggja vit úrslitið, og niðari er mynd av sama toski, áðrenn Hjaltur Poulsen hevur hugt í magan á honum.
- Tað sær bara heilt gott út við toskinum og hýsuni. Her er nógv føði, og fiskurin er væl fyri. Flestu toskar hava fullan maga.
Soleiðis skrivar hann á sínum Facebook-vanga í gjár, og hann leggur aftrat, at hetta helst er hvítingsbróður, sum toskurin hevur etið.
Vit spurdu eygleiðaran, hvar hesin fiskur er veiddur, og sigur hann, at hetta er trolveiddur toskur, einar 12 fjórðingar norður úr Mykinesi.
- Vit vóru eisini norður úr Viðoynni, og har var sama skil; fiskurin var fullur av føði, sigur hann.
Hjaltur Poulsen leggur aftrat, at tá so nógv føði er, tekur fiskurin ikki so væl húkin.
- Men, eg vænti, at toskurin fer at taka húkin, tá heystið kemur. Men, longu nú gera útróðrarbátar góðar setur, sigur eygleiðarin.
##med2##