Toto Jam í Luux

Bobby Kimball, Tommy Denander og hinir, ið júst eru farnir av pallinum í Ítróttarhøllini, eru ikki heilt lidnir at spæla tónleik fyri føroyingum enn.

 

Um eina løtu gongur leiðin oman í Luux, har teir ætla sær aftur á pall um tvey tíðina í nátt.

 

Konsertin í Ítróttarhøllini er fyribils síðsta konsertin á konsertferðini, og áðrenn Kimball og vælspælandi bólkurin pakka ljóðførini heilt burt, og fara í eina væluppiborna feriu, fara teir at jamma nøkur løg niðri í Luux.