Tað er heilt natúrligt, at eg, sum eri búsitandi á útoyggj, havi tørv og hug til eitthvørt eins og øll onnur, tað veri seg av heilsuligum, mentanarligum ella sosialum slagi. Fyri at fáa nøkta mangan tørvin, noyðist eg av oynni. Men hesir tørvir verða vigaðir og tugdir bæði væl og virðiliga, áðrenn støðan verður tikin og sum oftast hvørva teir harraleysir við tóma Másanum. Bæði pengapungurin og tíðin, sum skal setast av siga "auv auv". At fara ein túr til Havnar við Strandferðsluni við familjuni nærkast í reiðum peningi tí upphædd, har ein Havnarfamilja av álvara byrjar at hugsa um ein túr til Hetlands t/r við Norrønu. So tað er væl skiljandi, at eg eri nærum vorðin autodidaktur serfrøðingur í at sortera alt tað óneyðuga og nógv av tí neyðuga frá, men tíverri er tað so, at tað óneyðuga ofta er tað mennandi.
Men lukkutíð hava landsins myndugleikar hugsað um okkum á útoyggj. Vit hava møguleikan at keypa pr. telefon frá meginlandinum og fáa vøruna flutta út ókeypis ? so langt útoyggjajáttanin røkkur. Tá vit so frætta, at botnurin í kassanum er um at koma undan, skunda vit okkum at gera eitt rimmarinnkeyp, so ein skuldi trúð, at vit rustaðu okkum til eitt komandi kríggj.
Vit kunnu eisini lána bøkur frá bókasøvnum á meginøkinum og fáa tær sendar ókeypis, tað er bert tað, at sama er ikki galdandi av oynni aftur. Tá skulu vit gjalda fyri "pakkan", sum vit senda av stað við bókunum í. Meg lystir at vita, hví man gevur við tí eini hondini og tekur aftur við hinari. Tað er nakað tvætl.
Í Svínoy er ongin lækni, heilsu-/sjúkrasystir, onki eldrasambýli, ella nakað sum ber brá av, at tú kanst føla teg trygga, um tær bagir nakað ella bert er vorðin gamal. Heldur ongin vøddamýkjari ella eitt Skodsborg. Teir populeru vektvoktararnir koma ikki so langt norður, og ov høgt kolesterol følist jú ikki heldur. Ein kann taka tað so róligt við heilsuni og trendinum, sum einum lystir. Men løgið kortini, - eg gangi langar túrar sum ongantíð áður og íðki "aerobik" eftir videobandi í skúlanum. Sama gera hini í húsinum og fleiri av bygdafólkunum. Leiðin liggur javnan niðan í dansistovuna til ein borðtennis-dyst ella í skúlan til nøkur "aerobik"- stev. Kanska tí, at hevur tú ikki heilsuna í lagi her úti, so er tú á reyvuni og hevur alla grund til kroniskan ampa.
Men tað kemur jú fyri, at vit fara til Klaksvíkar ella Havnar í neyðsynjarørindum til lækna/serlækna/tannlækna við onkrum av okkara 7 børnum, mær sjálvari, manninum ella hundinum. Tað undrar, at útoyggjastuðulin ikki røkkur til hesi endamál, tí tað bæði kostar væl av pengum og fleiri dagar skulu rívast úr kalendaranum. Men hesi virðini eru so bleyt.
Másin er ein sjáldsamur fornlutur, sum einamest má minna um at ferðast í 50´unum. Skapið er av einum útróðrarbáti, har egningarskúrurin verður brúktur til at hýsa ferðafólkunum. Á veggunum eru hópin av trygdarvegleiðingum á fleiri málum, um hetta ella hatta skuldi hent, men mitt í hurlivasanum er ein flott innrammað lýsing frá LÍV sum sigur, at "ongin veit á morgni at siga hvar ein á kvøldi gistir". So allar trygdarvegleiðingarnar verða soleiðis við eitt gjørdar til einkis, - tað er og verður tilvildin, sum ræður, og tá ræður bert um at hugsa um pengar til tey eftirsitandi.
Motorurin er nakað heilt fyri seg. Hann skal upplivast. Sum úr forntíðini hoyrist tað sjarmerandi "digge-digge-digge" í ymiskum durum og mollum, og tá ið afturparturin lyftist eitt sindur upp, er tað líkasum at hann títtar ljóðini.
Men tíverri kunnu vit ikki reypa av teimum 6 mílunum báturin siglir, - fólk høvdu heldur ikki tann sama skundin fyri 50 árum síðani! Meðan ein soleiðis situr og nýtir sniglaferðina og avstressar, fær ein tíðina at ganga við at snúgva sær undan teimum myrku vatn/olju/rustdropunum, sum dryppa undan loftinum og detta á ta óhepnu, sum tíverri var ov sein í vendingini. Tað kemur meira enn so fyri, at vatn og sjógvur renna inn á dúrkið eisini. Tá skal ein eisini ansa eftir ferðagóðsinum, sum stendur á dúrkinum, tí tað fær ikki staðið á bonkunum, tá tað rullar. Ert tú fráverandi eina lítla løtu, fært eisini tú ein dropa.
Másin var á beding undan jólum. Tað tók drúgva tíð, áðrenn hann aftur varð tøkur. Vit ferðafólk vóru spent at síggja, hvussu komforturin var betraður umborð. Men gakk, droparnir hingu við sama lag og ongin bati fyri ferðafólkið. Vit hoyrdu, at onkur stútta var skift! Men, sum stjórin á strandferðsluni segði í útvarpssending um tænastustøðið hjá strandferðsluni fyri tíð síðan: "tað veldst um eygað, sum sær", og tað hevur hann púra rætt í.
Másin hevur bert tann eina motorin, og ein kann ímynda sær myndina, tá hann í ivaveðri liggur út fyri lendingina á Kirkju og stjórar oljutunnur á land og motorurin steðgar. Tá ræður tað um at duga at velja og hyggja eftir teimum røttu myndunum á vegginum, tí hjá LÍV ella teimum hjá Skipaeftirlitinum.
Nú vit eru við trygdina, ella mangulin uppá sama, undrar tað ikki sørt, at Másin ikki hevur sjúkraflutning um hendi. Men hetta kostar jú einar 300.000 kr árliga, og tað er jú alt ov dýrt til so fá fólk. Fyri stuttum fór maður av oynni við holi á blindtarminum. Hevði hann verið fugloyingur, var hann ivaleyst ikki komin livandi á Klaksvíkar sjúkrahús. Vit ugga okkum við, at tað gekk hesu ferð.
Skuldi nakað álvarsamt hent, flýgur tyrlan jú. Trupulleikin er bara, at hon flýgur bert um vindmegin ikki fer uppum 18 m/s, og um sýnið er í lagi. Skal ein akutt av oynni við báti, tá floglíkindi ikki eru, er Másin neyðugur. Men alt letur seg gera, tá ein hevur gott fólk rundan um seg. Tað ber til at ringja til manningina, sum hevur frí og spyrja, um tað ber til at sigla ein eykatúr. Sjálvandi eru teir fúsir til hetta. Men hetta er so aftur treytað av, at ein fær fatur á teimum. Teir kunnu vera á floti, á fjalli, í hoyna, í veitslu og aðrastaðni við. Teir hava jú ongar skyldur eftir loknan arbeiðsdag. Vælvildin sigrar yvir skipanini.
Hugsi júst nú um ein av túrunum til Hvannasunds, har eg hevði 5 av børnunum við mær. Vit eru har hálvan annan tíma ov tíðliga av tí einføldu orsøk, at tað tann dagin ikki var veður at fara út til Fugloyar. Øll eru vitandi um ? tað sigst eisini, at leiðslan á SSL er tað, at einasta fasta tíðspunktið, sum er kent á leið 58, er fráferðin úr Hvannasundi, og at ein ongatíð veit, hvat klokkan Másin er aftur í Hvannasundi. Tann kollektiva bussferðslan er ikki gearað til slíkar ónollur, hon hevur bert fastar tíðir.
Henda dagin, sum ikki einaferð, var forbiðið nógvur vindur í Hvannasundi. Vit vóru hjálpt upp á kajina, børnini, taskurnar og eg. Tað ráddi um at halda fast í taskunum - annars fóru tær við vindinum. Knappliga skríggjar eitt av børnunum og peikar á sjógv. Eg var við at svíma av angist, men Gud havi lov vóru øll børnini á kajuni. Tað var nýggja reyða húgvan hjá Sigrið, sum ikki toldi gjøgnumtrekkin og var fokin á sjógv. Beinanvegin var ein av manningini har við einum glúpi og fiskaði húgvuna uppaftur. Ja, her er vælvild.
Vit skuldu so bíða í Hvannasundi í umleið ein góðan tíma eftir bussinum. Um nakað busskýli er har? Tú má hava etið oljutunnur! So har vóru góð ráð dýr. At fara inn í ein ordiligan egningarskúr at finna lívd henda tíman? Nei "taveiden", eg tumlaði heldur. Trý korter seinni beit á. Ein lærari úr Norðdepli var tann hepni at fáa skítfullan bil.
Vit kundu havt valt eina triðju loysn, at fara við bussleiðini til Viðareiðis og aftur til Hvannasunds, sum tekur ein tíma, fyri síðan at halda fram til Klaksvíkar. Men eftir ein ógvusligan rullitúr, hættaði eg mær ikki undir hetta. Men um eg hevði hættað mær, hevði verið neyðugt við fleiri spíggjubakkum, soleiðis sum standurin á børnunum var.
Fyrr leigaði SSL ein hýruvogn um koman hjá Másanum ikki passaði við ferðaætlanina hjá bussinum. Nú leiðin er privatiserað, er hetta bert ein møguleiki, um Másin kemur inn í Sund seinni enn ferðaætlanin sigur, men ikki fyrr.
Nú vit tosa um einskiljing, so er bussleiðin úr Klaksvík norður til Viðareiðis tódnað í báðum endum, síðani einskiljingina. Í mun til fyrr, so fær viðingurin, sum arbeiðir á kajuni í Klaksvík tveir karmar, um illa veit við. Ein á veg til bussin á Viðareiði og ein karm afturat, tá hann skal ganga frá posthúsinum í Klaksvík og út á kajina. Kanska átti busleiðin at tódna enn meira norðuri á Viðareiði og bert komið á Grømma. So hevði Anfinn Kallsberg á veg til Havnar eisini byrjað dagin við kaldari brúsu! Tað, sum eisini er "stuttligt" við hesi søgu er, at ongin fekk at vita, at rutan var broytt. Men enn er at fegnast um, at lív er lagað kollektivu ferðsluni.
Um kollektiva ferðslan var ókeypis og sostatt meiri nýtt, hevði nakað av privatbilismuni flutt seg yvir í kollektivu ferðsluna. Jan Christiansen, býráðsformaður í Havn, tosaði í útvarpinum um tørvin á fleiri rundkoyringum í Havn, tí ferðslan er økt, men nevndi onki um, hvussu vit tálma privatbilismuni. Bussleiðirnar eru júst versnaðar munandi, soleiðis at kollfirðingar mugu til Kaldbaks at venda á veg úr Havn til Kollafjarðar, og tað er hugsandi, at lítið annað melur í heysinum enn ynski um egnan bil. Men sum Jan eisini segði, "tað eru altíð nøkur, sum eru ónøgd" og tað hevur hann rætt í.
Væl skilligt hava vit føroyingar bilin sum frakka. Vindurin í Føroyum og paraplymentanin úr Danamørk ganga ikki væl hond í hond. Tað hevði annars verið frálíkt at spáka undir liðini á tí útvalda við paraply. Og tað stuttliga er at síggja, hvussu donsku menninir turrvinda paraplyina, tá farið verður inn í handlar o.t. Paraply-snippurin vendir niður ímóti likkutútinum. Fyrst folda teir hana eitt sindur saman, so rista teir hana ólukksáliga væl, og síðani sláa teir hana heilt saman. Tað síggja vit ikki í Svínoy. Paraplyin fer neyvan heldur at koma ístaðin fyri trillubøruna herúti, tí svínoyingar hava bert tveir armar enn.
Økt kollektiv ferðsla er annars í samsvari við Kyoto-avtaluna. Hon verður ikki tikin upp á tungu eftir staðfestingina av, hvussu "mega" dálkandi vit eru. Eyðun Elltør tekur tað enn heilt róligt. Vit eru so fáment, at tað man ikki bila. Í Svínoy gongur fólkið til og frá arbeiði, her dálka nærum bert tær mongu útasaðu frystiboksirnar og so seyðirnir, tá teir prumpa. Í Australia ætlar man at vaksinera seyðin ímóti at prumpa fyri at minka um útlátið av drívhúsgassum. Eyðun Elltør skal so byrja onkustaðni ? og seyðin hava vit nógvan!
Men hann má fyri guds skyld ikki byrja við at seta fartin hjá Másanum niður, so tað kemur at taka ein "evigheit" at sigla til Svínoyar. "Evigheitirnar" hoyra ikki hesum lívinum til.
At ferðast ókeypis í Føroyum hevði óivað havt positivar broytingar við sær í ferðamynstrinum hjá føroyingum og sjálvandi eisini hjá fremmandafólki. Vit eru jú øll greið yvir, at ferðakostnaðurin úr Havnini og út á útoyggj er ein av høvuðsforðingunum fyri, at ferðafólk aftra seg at uppliva hendan partin av Føroyum.
Hin høvuðsforðingin er ferðaætlanin. Fólk í Havn noyðast at taka sær frí fríggjadag eftir døgurða, um vikuskiftið skal njótast úti í Svínoy. Hetta er um várið, um veturin noyðist man at taka frí allan fríggjadagin. Í triðja lagi hoyrist javnan, at fólk heilt einfalt ikki tora umborð á Másan.
Ein eldri kona herúti rósti einstøkum Norðoyapolitikarum fyri at hava holað Kalsoynna út. Tað sást á henni, at hon ikki hevði mist vónina um at onkur loysn verður funnin fyri Svínoynna. Løgmaður býr jú á norðastu oyggj í Føroyum, haðani hann sær yvir á Keldufjall og Eysturhøvda. Vónandi hevur hann eygu sum síggja.