Trífald gleði

Mánadagin fingu Bjørg Danielsen og Karl Erik Sigvardsson tríburðar. Tveir dreingir og eina gentu, sum øll komu í verðina í øllum góðum og hava tað gott

Um hálvgum trý tíðina seinnapartin mánadagin sóu tríggir nýføðingar dagsins ljós fyri fyrstu ferð. Felags fyri allar tríggjar er, at teir hava eina og somu mammu. Nýføðingarnir eru tríburðar, og tað er ikki á hvørjum degi, at slík stórhending fer fram.
Mamman, Bjørg Danielsen, sigur, at tað hevur gingið framúr undir barnsburðinum.
? Sjálvandi hevur tað verið munandi tyngri at borið trý børn, men eg má siga, at eg havi havt tað sera gott undir øllum barnsburðinum, sigur ein ovurfegin Bjørg.
Hon átti tríburðarnar í 35. viku, men hóast tað eru øll trý væl fyri. Tey vigaðu millum 1.850 og 2.400 gram, og má tað sigast at vera avbera gott fyri tríburðar.
Tey fingu at vita, at hon bar tríburðar, tá hon fór til skanning í 18. viku. Bjørg sigur, at sjálvandi fekk hon ein skelk, tí ongin gongur og væntar, at man fær tríburðar. Men tað tók ikki langa tíð, til hon hevði vant seg við tankan.
? Tað hevur helst verið nakað trongligt hjá teimum, tí her hevur ikki verið so nógv meira lív enn tá bara eitt er, sigur Bjørg og smílist.
Bjørg og Karl Erik eiga framman undan tvey børn, sum eru ávíkavist 15 og seks ára gomul.
Øll eru spent at fáa Bjørg og tríburðarnar heim av sjúkrahúsinum. Bjørg veit ikki rættuliga, nær tað verður, men helst skjótt, væntar hon.
Sosialurin ynskir teimum hjartaliga til lukku og alt tað besta í framtíðini.