Tríggir bilar í samanstoyti við Áir

Tvey fólk fóru á Landssjúkrahúsið, men tey meiðslaðu seg ikki illa

Seinnapartin sunnudagin hendi eitt ferðsluóhapp við Áir, har ikki færri enn tríggir bilar vóru upp í.
Óhappið hendi, tá ið ein bilur, sum vendi suðureftir, stóð og bíðaði við krossin oman til Áir, tí hann skuldi snara oman.
Men so kemur ein bilur aftan í frá og ansar ikki eftir, at hin stendur stillur og renur upp í reyvina á honum.
Hetta skumpar fremra bilin yvir í vinstru síðu, har hann tekur í spegilin á einum mótkoyrandi bili.
Bæði løgregla og sjúkrabilar komu á staðið og tvey fólk endaðu á landsssjúkrahúsinum. Men lukkutíð hava tey ikki meiðslað seg illa, sigur Løgreglan.
Tveir av bilunum fóru nokk so illa.