Tríggir europeiskir javnleikir

Fótbóltur: Fyrst NSÍ ímóti Fulham, síðani EB/Streymur ímóti Qarabagh og nú eisini HB ímóti Malmö FF. At trý av fýra føroyskum liðum fáa stig í europeisku dystunum, man vera besta úrtøkan nakrantíð – og EB/Streymur hevur enn ein dyst eftir

Hóast tað ikki er kannað ítøkiliga, so eru teir tríggir javnleikirnir hjá NSÍ, EB/Streymi og HB nokk tað mesta, føroysku liðini hava fingið burtur úr europeisku dystunum. At okkurt lið fær okkurt burturúr viðhvørt, plagar at vera so, men tað er ikki vanligt, at tað glógvar í hjá so nógvum.

Fyrst var tað NSÍ, sum á Svangaskarði fekk 0-0 ímóti Premier League-manningini hjá Fulham, og síðani EB/Streymur, sum á ovara vølli í Gundadali megnaði at svara Qarabagh aftur við útjavnandi máli í yvirtíðini til 1-1.

Og nú var tað so HB, ið endurtók kynstrið hjá hinum báðum, men enntá hevði møguleika at fáa meira burturúr, tí her var talan um oddastøðu. Síðstu 20 minuttirnar var HB á odda 1-0, so tað byrjaði at líkjast fonginum í fjør, tá HB megnaði at vinna á Salzburg. Men javnleikurin, sum tað bleiv til, var sjálvandi væl og virðiliga góðkendur.

Tá vit nú hava reksað hesar tríggjar javnleikirnar upp, skal so eisini eigast, at enn hevur EB/Streymur seinna dystin eftir ímóti Qarabagh úr Aserbaidjan, sum verður spældur í Baku í morgin klokkan 17, føroyska tíð.

Treytirnar eru kanska ikki tær allarbestu, tí hitin er øgiligur og fer nokk at liggja um eini 30 hitastig, tá dysturin er, men hinvegin skerst ikki burtur, at 1-1 í fyrra dystinum á heimavølli er besta útgangsstøðið at hava.