Tríggir gingu aftur

Skiftingarnar hava verið stórar frá tí, at NSÍ í 2002 vann steypakappingina, og til FM sigurin í ár

Fótbóltur

 

Í hesi øldini hevur NSÍ tvær ferðir staðið sum sigursharri. Í 2002 vann NSÍ steypafinaluna ímóti HB 2-1, og í ár hevur 50 ára gamla felagið vunnið fyrsta FM heitið.

Liðið, sum fyri fimm árum síðani vann Løgmanssteypið, líkist lítið liðnum, sum í ár hevur vunnið FM heitið. Tríggir spælarar, sum vóru við í 2002, hava í ár verið á besta liðnum. Teir eru Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteinsson og Sjúrður Jacobsen.

Bara Jens Martin hevur røkt sama plássið í ár, sum hann gjørdi í 2002. Ta ferðina var Pól Thorsteinsson miðverji. Í ár hevur hann fyri tað mesta verið høgri vongverji. Fyri fimm árum síðani var Sjúrður Jacobsen vongverji í vinstru. Í ár hevur hann verið sentralur miðvallari.

Finaluliðið á Ólavsøku 2002 var mannað soleiðis: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Pól Thorsteinsson, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Kári Hansen (Djóni N. Joensen, 70.), Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen (Eddie Mikkelsen, 85.) – Ulrik Balling (Bergur Djurhuus, 74.), Ian Højgaard.

Jógvan Martin Olsen, sum nú er landsliðsvenjari, hevði ábyrgdina av NSÍ í 2002.