Nevndarval hevur verið í Fiskimannafelagnum, og gjørdist úrslitið, at tríggir nýggir nevndarlimir eru valdir, meðan hinir tríggir vera vera sitandi.
Stríðsval var í Streymoynni og í Norðoyggjum. Nýggi nevndarlimurin í Streymoynni, Axel Hansen, vann á Karl Isaksen, og í Norðoyggjum vann Magnus Pauli Glerfoss á Egil Finnson. Hin nýggi nevndarlimurin er Mortan Berjastein, sum kom í nevndina, nú Eyðun Johannesen ikki stillar upp aftur. Fríðrik Sivertsen hevur eisini lagt frá sær.
Nevndin í Fiskimannafelagnum sær nú soleiðis út:
? Jan Højgaard, formaður
? Sámal Poulsen, næstformaður
? Andrias Berglíð
? Sniálvur Røvilsberg
? Mortan Berjastein
? Magnus Pauli Glerfoss
? Axel Hansen
Nýggja nevndin fer til verka í morgin, tá ið nevndarfundar verður. Ríkiligt er at tríva í hjá nýggju nevndini í Føroya Fiskimannafelag eftirsum manningarfeløgini og reiðarafelagið ikki enn hava gjørt nýggjan sáttmála.