Tríggir tilburðir við zikavirus í Fraklandi

Fyri fyrstu ferð er staðfest, at fólk eru smittaði við tí illagitna zikavirusinum av mýggjabitum í Evropa.

 

 

 

 

Vandin fyri at gerast sjúkur av zikavirus er framvegis ógvuliga lítil í Evropa, tó at tríggir tilburðir hava verið í Suðurfraklandi.

Tað sigur Statens Serum Institut (SSI) á sínari heimasíðu.

Nú er so fyri fyrstu ferð staðfest, at fólk eru smittaði við illagitna zikavirusinum av mýggjabitum í Evropa.

Teir tríggir tilburðirnir eru í franska strandarbýnum, Hyeres, sum liggur millum Cannes og Marseille.

Eingin av teimum smittaðu hava verið í økjum, har vandi er fyri zikasmittu, og smitta hevur annars ikki verið staðfest í økinum.

- Tað er tí hugsandi, at fólkini eru vorðin smittað í sínum egna umhvørvi í Suðurfraklandi, og hetta er antin hent í endanum av juli ella í byrjanini av august 2019.

Statens Serum Institut vísir á, at zikavirus er fepursjúka, sum varar í einar fýra til sjey dagar, og sjúkan kann elva til heilaskaða hjá børnum.

- Sjúkugongdin er vanliga mild, men tað eru serliga kvinnur við barn, sum við herviligu smittuni kunnu draga álvarsligar skaðar á fosturið.

Hetta er so fyrstu ferð, at illgruni er um, at zikasmitta er flutt yvir á menniskju við mýggjabitum í Evropa.

- Eitt av mýggjabitasløgunum, sum kann bera smittuna, er í Suðurevropa, sigur Statens Serum Institut.