##med2##
Sendingin "Triði Hálvleikur" á FM1 ringdi til umboð fyri Skála, ÍF, AB, EB/Streym, HB og TB ígjár.
Seinasti spurningurin umboðini fyri tey seks feløgini fingu var hvønn tey vænta verður FM-vinnari 2019, KÍ ella B36.
Hans Jørgen Djurhuus (ÍF) og Poul Ingason (TB) eru ivaleysur í, at KÍ vinnur á B36 komandi leygardag í FM-finaluni. Eyðun Klakstein (Skála) væntar, at KÍ vinnur FM við einum javnleiki móti B36.
Sorin Anghel (AB) væntar B36 vinnur FM. Nakað sum Sorin hevur hildið síðani ársbyrjan í ár.
Rasmus Nolsøe (HB) og Jákup Martin Joensen (EB/Streymur) tora ikki at taka dagar millum hvør vinnur FM-finaluna.