Trý lið og eitt stig

Eingin av føroyingunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini fekk fult í seinasta umfari av landskappingini

Longu undan seinasta lands­kapp­ingarumfari hetta vikuskiftið var greitt, at Hvidovre hjá Øssur Dalbúð og FC Fyn hjá Viljormi Davidsen vóru flutt niður. Ógvuliga sym­bolskt var hetta staðfest við enn ein­um tapi sunnudagin.
Hvidovre tapti tepurt fyri Næst­ved, 2-3, uttan at Øssur Dalbúð slapp upp í part. Hetta var 19. ferðin í ár, at Hvidvore tapti. Fimm ferðir hevur liðið spælt javnt og seks ferðir hava teir vunnið. Tilsamans gjørdist tal­an um 23 stig til Hvidovre.
Lítið betri var støðan hjá FC Fyn. Teir taptu ruddiliga fyri Næstved 4-0. Viljormur Davidsen spældi, sum vant, dystin á tamb á bakkinum, har hann var partur av 16. tapinum hjá FC Fyn í ár. Eisini Bjarni Jørgensen slapp upp í part hjá FC Fyn, tá hann varð skiftur inn í 69. minutti.

Atli spældi javnt
Meðan úrslitini hjá FC Fyn og Hvid­ovre avgjørt ikki hava verið nakað at reypa av, hevur tað verið á heilt góðari leið hjá Atla Danielsen og FC Roskilde. Teir endaðu kapp­ingar­árið við javnleiki í móti Kolding, sum flutti niður saman við FC Fyn og Hvidovre. Sum hann plagar, stýrdi Atli Danielsen slagnum á mið­vøll­inum í samfullar 90 minuttir.
Tíverri rakk innsatsurin frá hon­um og liðfeløgunum ikki longur enn til ein javnleik. Tískil endaði FC Roskilde á einum áttanda plássi, sum avgjørt er góðtikið. Hinvegin droymdu Atli og teir um sætta pláss­ið, sum hevði verið besta úrslit í søgu felagsins, men so langt rukku teir ikki á hesum sinni.
Nú er næstbesta danska fótbólts­deildini farin í summarfrí. Atli Danielsen og Viljormur Davidsen kunnu tó ikki slappa av enn, tí Brian Kerr hevur boðsent teimum báðum til lands­dystirnar í móti Slovenia og Estlandi.