Trøllini vitja Ommudidd er heitið á nýggjari barnafløgu, sum er ætlað øllum føroyskum børnum. Á fløguni verður sungið um nógv av tí, sum Trølla Pætur og Omman uppliva í trøllalívinum, og sum eisini fyllir nógv í barnaverðini.
Úr rúgvuni av 16 sangum kann nevnast Eitt, tvey og trý, Gev mær eina peru, Busta tenn, Trøllini smíða hús, Bussurin hjá Ommu og Kettan sigur mjav. Afturvendandi evni á fløguni er, at bæði trøll og børn hava gott av at røra seg, at drekka mjólk hvønn dag, eta góðan kost og at busta tenn.
Nýggja barnafløgan er gjørd á sama hátt sum Í føðingardag hjá Trølla Pætur, har ein lítil fitt søga er millum sangirnar. Sum nakað nýtt hesaferð eru eisini 5 løg á fløguni, har børnini kunnu syngja karoke.
Tað er Niclas Heri Jákupsson, sum hevur gjørt flestu sangirnar og Alvin Elleby Andersen hevur upptikið og lagt tónleikin til rættis. Saman við trøllunum syngja eisini fleiri børn á forkunnugu og øðrvísi fløguni.
Vitja eisini www.tp.fo ella Trølla Pætur og Ommuna á facebook.